Hetta er niðurstøðan av eini kanning í altjóða tíðarritinum Nutrition, har 1700 kvinnur vóru kannaðar fyri styrki í beinagrindini, í mun til um tær drukku øl ella ikki. Tað vísti seg, at tær sum drukku øl javnan, høvdu sterkari beinagrind enn tær sum ikki drukku øl... allarhelst vegna plantuhormon í ølini, heldur enn alkohol. Les Aftenposten, BBC News og Nutrition
kvinnur
Samkyndir menn og kvinnur hava sama slag heila
... sigur Reuters, má eg heldur skunda mær at skoyta uppí :-) Les reuters.com
Menn við klókum konum liva longri
Men effektin sæst ikki hin vegin, altso at kvinnur liva longri um tær fáa sær ein klókan mann. Les eb.dk
"Alt eg veit um kvinnur..."
"... lærdi eg frá eini tvey ára gamlari gentu". Skegur lesnaður :-) Les timesonline.co.uk
Tann typiski heimasíðusmiðurin er kvinna
Stikk móti øllum fordómum, so eru tað faktiskt (amerikansku) genturnar sum gera heimasíður. Tað eru eisini tær sum gera heimasíður fyri onnur. Dreingirnir føra bara tá ið tað kemur til at leggja út video. Les nytimes.com
Kvinnur eru ótrúgvari enn menn
Ein kanning í Bretlandi vísti at 40% av kvinnunum høvdu ein elskara, í mun til at bara 34% av monnunum vóru ótrúgvir. Hartil fantaseraðu heili 34% av kvinnunum um sex við sama kyni, í mun til bara 14% av monnunum. Og kanska av somu orsøk føldu heili 82% av monnunum at teir fingu ov lítið, í mun til bara 62% av kvinnunum. Les thesun.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 10 tímar síðani
5 dagar 19 tímar síðani
2 vikur 4 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 7 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani