kynslív

Tú hevur ligið við 2.8 milliónum menniskjum

Bretska apotekaraketan Lloyds Pharmacy hevur lagt út eina roknimaskinu her, til at vísa á hvussu útsett vit eru fyri at fáa kynssjúkur. Ein meðal breti hevur í meðal ligið við 2.8 milliónum menniskjum, direkta ella indirekta, um tú roknar út í sætta lið við partnarum hjá partnarum. Les The Australian

'Drug rape' er (næstan) ein myta

Ein bretsk kanning staðfesti herfyri, at bara fimta hvør kvinna sum segði seg hava verið útsetta fyri 'drug rape', veruliga hevði fingið nakað líknandi. Eingin vísti tekin uppá Rohypnol, sum annars verður hildið at vera tað stóra 'drug rape' evnið. Hinvegin høvdu tveir triðingar av teimum eina ógvusliga alkoholpromillu. Les dailymail.co.uk

Fór við øðrum í svøvni

Tað er eydnaðst serfrøðingum at lekja eina avstralska kvinnu, sum hevði ein serligan trupulleika við at ganga í svøvni. Nevniliga at hon í fleiri mánaðir í svøvni fór upp um náttina, og út at hava sex við fremmandar menn. Hon minntist einki til tað sjálv, tá ið hon var vakin, men hon og maðurin fingu illgruna um at okkurt var áfatt, m.a. tí at brúktar hýtir ofta lógu sløddar runt um í húsinum. Eina nátt fór maðurin so upp at leita, og fann hana í heitum ástarleiki við onkran ókendan. Sovandi. Les newscientist.com

Hvat mátin tú svevur sigur um aktina áðrenn :-)

Skeg. Les somethingawful.com