So gott sum samstundis sum Microsoft lanserar Windows 7, kemur IBM nú út við sínum "IBM Client for Smart Work", ið er annaðhvørt Ubuntu ella Red Hat Linux við IBM útgávuni av Open Office, Symphony, Lotus Notes amboðum og líknandi. Málbólkurin er smærri fyritøkur sum gjarna vilja spara uppá lisensútreiðslurnar, og sum hava hug at royna hetta Linux, við IBM sum garanti fyri at pakkin so eisini kann brúkast. Les version2.dk
linux
Nú verður Google stýriskipanin veruleiki
Google ætlar at gera eina skjóta og lætta stýriskipan kallað Chrome OS, til serliga hesar lítlu 'netbøkurnar', grundað á Linux og Google Chrome kagan. Talan er altso ikki um eina útbygging av Android stýriskipanini, men um eina nýggja stýriskipan sum yvirlappar við Android. Les version2.dk
Ubuntu 9.04 er lekkur sum OS X og skjót sum Windows 7
Nýggjasta útgáva av (ókeypis) stýriskipanini (Linux) Ubuntu 9.04 er so góð, at hesin ummælari á ZDNet nú fyritrekkir hana framum Windows 7 og OS X (har Vista og XP langt síðani eru blakað til viks). Les version2.dk
Intel lanserar Linux-útgávuna Moblin 2 til netbøkur
Hetta er ein útgáva av Linux serliga ætlað hesum smáu farteldunum við Atom prosessara, grundað á Fedora Linux við ymiskum tillagingum sum ger stýriskipanina serliga vælegnaða til hesar teldur. Les arstechnica.com
Google Linux stýriskipanin ER komin
Tey hava bara sníkt hana ígjøgnum við hasum Google Android til fartelefonir, sum er grundað á Linux, og sum nú vísir seg at rigga fínt á 'netbókum'. Fyrstu Google Android farteldur væntast at koma nú í vár. Les Computerworld
Teir stóru teknifilmarnir verða gjørdir á Linux teldum
Ein fyritøka sum Dreamworks koyrir 100% við Linux til teknifilmsframleiðsluna, tí at Windows ikki skalerar nóg væl. Forritið er serliga CinePaint, sum eisini er open source og ókeypis. Les version2.dk
Acer satsar stórt uppá Linux
Acer fer nú undir eitt átak at fáa open source Linux stýriskipanina til bæði 'ultra-portablar' farteldur og vanligar farteldur, m.a. tí at uppstartur á Linux tekur bara 15 sekund, heldur enn minuttir við Windows, og battaríð heldur í upp til sjey tímar heldur enn fimm. Les itnews.com
ASUS lanserað borðútgávu av Eee PC
Eee Box B202 er týðiligvís ein kappingarneyti til Mac Mini, við Intel Atom N270 prosessara (1.6GHz), 1-2 GB RAM, GMA 950 grafikk, tráðleyst net og 80-160 GB harðdisk. Stýriskipanin er Linux ella Windows XP. Les pcmag.com
HP (eisini) á marknaðin við Eee PC kappingarneyta
Lítla teldan hevur í $499 útgávuni Linux sum stýriskipan, og í $749 útgávuni Windows Vista Business. Les newz.dk
Linux teldan yvirlivdi kapping millum hackarar
Hackararnir fingu pengavirðisløn og viðkomandi farteldu, um tey kláraðu at hacka seg inn í eina Apple farteldu, eina Vista og eina Linux. Fingu so loyvi at brúka fleiri og fleiri trick, teir tríggjar dagarnar sum kappingin varaði. Apple teldan reyk annan dagin, Vista teldan triðja, men eingin vann á Linux. Les version2.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 15 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 4 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 22 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani