livitíð

Skjótari tú rennur, longri livur tú

Dr. Paul T. Williams á Lawrence Berkeley National Laboratory í USA hevur seinastu 20 árini granskað yvir 120.000 rennarar, til at kanna í hvønn renning er sunt. Í nýggjastu kanningini hevur hann samanborið bestu tíð yvir 10 km hjá 29.721 monnum, við hvussu nógvir høvdu fingið hjartatrupulleikar 7.7 ár seinni. Og kanningin staðfestir rættiliga greitt, at tess skjótari tú klárar at renna, tess longri livur tú, næstan líka mikið hvussu nógv tú venur. Sum altso merkir, at summi noyðast at venja meira enn onnur, um tey vilja liva líka leingi. Les sweatscience.com

Um 20 ár kunnu vit verða ódeyðilig

Hetta heldur vísindamaðurin Ray Kurzweil, um tað at okkara kunnleiki um ílegur og teldutøkni veksur so skjótt. Nanotøkni fer sambært honum at viðføra, at vit fara at kunna skifta út blóðkyknurnar við evarska lítlum robottum, sum kunnu gera arbeiði 1000 ferðir betri. "Within 25 years we will be able to do an Olympic sprint for 15 minutes without taking a breath, or go scuba-diving for four hours without oxygen". Les telegraph.co.uk

Menn við klókum konum liva longri

Men effektin sæst ikki hin vegin, altso at kvinnur liva longri um tær fáa sær ein klókan mann. Les eb.dk

Tú livir longri tess lægri hvílupulsurin er

10 sløg minni hvørt minutt gevur 1 ár longri í hinum endanum. Les fpn.dk

Fá tær børn um tú vilt liva longri

Kanning av 1,5 mió kvinnum og monnum í tíðarskeiðinum 1980-2003 vísir, at barnleysar kvinnur millum 45 og 68 ára hava 50% størri kjans at doyggja enn kvinnur við tveimum børnum, og menn 38%. Orsøkin er nokk mest at fólk broyta lívsstil tá ið tey verða foreldur. Les fpn.dk

Lægri likamshiti fær mýs at liva longri

Amerikanskir granskarar hava fingið mýs at liva 15-20% longri enn meðalmúsin, við at minka kroppshitan við eini hálvari grad. So hvør veit, kanska vit ein dag liva longri við ikki bara at fylgja eini strangari diæt, men eisini at vera hundakøld allatíð. Les ing.dk