løn

Gularót er betri enn pískur

Hetta hava tey eftir øllum at døma staðfest á Harvard University, við at lata 192 næmingar spæla eitt "public goods game" í 48 bólkum á 4 næmingar, har tey í summum bólkum kundi løna viðspælararnar fyri teirra ískoyti, í summum kundu straffa, í summum kundu bæði løna og straffa, og í summum hvørki kundu løna ella straffa. Tað sum loysti seg ringast, var at hava hvørki gularót ella písk. Les ing.dk

Eiga vit at fáa løn fyri ta tíð tað tekur at tendra telduna?

Tápuligur spurningur í Føroyum kanska; men í USA saksøkja starvsfólk nú sín arbeiðsgevara, tí at tey ikki fáa løn fyri teir 15-30 minuttirnar hvønn dag, sum tað tekur arbeiðstelduni at tendra. Les downloadsquad.com

'Gamaldags' menn tjena meira

Ná da da, ein amerikansk kanning vísti týðiligan mun á lønini hjá teimum monnum sum hildu at kvinnur áttu at hildið seg heima, í mun til lønina hjá teimum sum vóru fyri líkarætt. Hjá kvinnum var tað øvut, at kvinnur sum vóru fyri líkarætt tjendu meira. Les bbc.co.uk

Ungar kvinnur fáa mest í løn í amerikanskum stórbýum

Tær hava betri útbúgving og frávelja ella útseta mann og børn. Mennirnir koma so sterkt aftur tá ið kvinnurnar fáa sær børn. Les epn.dk

47.000 kr um mánaðin er láturlig løn

Reidar Nónfjall sigur, at lønin hjá einum landstýrissmanni (knappar 47.000 kr um mánaðin) er láturliga lítil. Les vinnuvitan.fo