mars

Ætla at granska Mars við 'tumbleweed' bóltum

"The Mars Tumbleweed" er ein verkætlan hjá NASA og øðrum, at møguliga fara at kanna Mars við bóltum sum blása við vindinum, heldur enn við traditionellum marsbilum. Væleydnaðar royndir hava longu verið gjørdast í Grønlandi og á Suðurpólinum, og nú fara tey so at royna at fáa størri játtan, til at kunna gjøgnumføra ætlanina. Les discovery.com og sí video av tveimum ymiskum møguligum bóltum.

Hug at sleppa ein (simuleraðan) túr til Mars?

Um tú hevur hug at royna hvussu tað fer at verða at ferðast til Mars, so kanst tú nú søkja um at gerast ein av teimum seks, sum í 520 dagar skulu búgva í nøkrum sum minnir um eitt rúmdarfar í Moskva, hermetiskt avskorin frá restina av heiminum. Tú mást vera millum 25 og 50 ár, í mesta lagi 185 cm høg(ur), hava góða heilsu, duga enskt og/ella russiskt, umframt hava útbúgving og royndir innanfyri læknafrøði, lívfrøði ella tøkni. Tú skalt eisini vera ikki-roykjari. Umsøknarblaðið er her, og freistin at søkja er tann 5. november. Les videnskab.dk

NASA vil samstarva við Russland um ferðir til Mars

NASA hevur nú bjóðað Russlandi at samstarva um ferðir til Mars, nú Russland allíkavæl tosar um at fara tann vegin. Les spacefellowship.com

Simulerað Mars-ferð fullførd

Seks menn eru júst lidnir við at búgva 105 dagar í nøkrum hermetiskt forseglaðum rørum í Moskva, til at simulera eina einvegis ferð til Mars. Næsta fasa verður at simulera eina returferð á 520 dagar í skipanini, um sirka eitt ár, til at kanna hvussu fólk handfara so langa tíð í isolatión undir trongum umstøðum. Les nytimes.com

Jú, har er ísur á Mars

Tað hevur Mars Phoenix Lander váttað á Twitter, og Nasa eisni meira offisielt á sínari síðu. Mmm, marsísur. Les wired.com

Superkakao frá Mars styrkir um blóðrenslið hjá sukursjúkum

Ja so hava vit hoyrt tað við. Týskir og amerikanskir granskarar hava við stuðli frá sjokolátaframleiðaranum Mars mennt eitt nýtt slag av kakao, sum er heilsubót hjá diabetikarum. Les ing.dk

NASA vil byggja ein heimalívs-simulator til Mars astronautar

Tey meta at tað verður so psykologiskt krevjandi at vera heiman í frá í upp til 800 dagar, at tey vilja byggja ein tykisligan heim til astronautarnar, so at tey kunnu møtast við fólk har heima sum í World of Warcraft ella Second Life. Les newz.dk

1000 árs toruklettur á veg ímóti Mars

Tað er eitt sindur meira enn 1% kjansur at kletturin fer at buldra inn í Mars tann 30. januar, við 48600 km/t. Les ing.dk

NASA vil hava fólk á Mars í 2037

Sum sagt. Les technews.cc

NASA ætlar at planta trø á Mars

Royndir í Mexico geva vónir um at tað skuldi borið til at planta trø á Mars, sum kundu fingið hitan upp frá minus 55 til pluss 6, og harvið fingið lufttrýstið upp eisini. Les newz.dk