matur

Kanska er ílegubroyttur matur ikki so vandaleysur allíkavæl

Kinesiskir granskarar hava funnið smáar leivdir av microRNA í blóðinum og gøgnunum á menniskum sum eta rís, ið merkja at vit kanska ikki 'bara' fáa vitaminir og proteinir og líknandi við matinum, men eisini ílegudáta. Ið sjálvsagt fær skerpaðan týdning um vit loyva ílegubroyttar matvørur. Les The Atlantic

273[365]23

Photo courtesy of Randi, CC BY-NC-ND 2.0

Tú etur meira saman við klønum og svangum

Ein kanning á amerikanskum 'high schools' bendir á, at man etur meira um onkur klænur fyrst fær sær upp á tallerkin, og gjarna eina ríkiliga portión. Ein sjónleikari var 'hara' við og uttan yvirvekts-protesu, og tað vísti seg so at restin át upp í dupult so nógv um hon var kløn og svang, sum tá ið hon var tjúkk og mett. Les videnskab.dk

Et spakuliga, so tapir tú teg 10 kg

Granskarar á Karolinska í Svøríki bóðu tjúkk fólk um at bara eta spakuligari, og sóu at tey harvið taptu seg meira enn fólk sum vóru á klassiskum slankikurum. Les eb.dk

Granskarar staðfest hví vit fitna við aldrinum

Jú jú, tað er nokk eisini tí at vit krevja minni føði við aldrinum. Men hartil so duga vit verri og verri at eta í mun til tað sum hava brúk fyri at eta, serliga um vit í 25 til 50 árs aldurin eta nógv sukur og líknandi. Les sciencedaily.com

G8 spíðsarnir til veruligt átigildi, nú tey skulu loysa heimsins matvørukreppu

Kaviar og champagne, japanskt oksakjøt og sake, risarækjur og stokt lamb og krabbar og kichiji-fiskur. Og mangt annað gott. G8-fundurin fær harðar ábreiðslur fyri allan tann góða matin, sum tey fáa sær millum fundirnar. Les eb.dk

Morgunmaturin avger um tú fært drong ella gentu

Gransking á University of Oxford og University of Exeter vísir at kvinnur sum eta lutfalsliga meira kornvørur lættari fáa dreingir, enn kvinnur sum eta lítið. Hetta kann vera ein orsøk til at lutfalsliga nógv gentubørn verða fødd í dag, nú onnur hvør kvinna er 'upp á kur'. Les ing.dk

Tey gomlu liva dupult so leingi á ellisheiminum, um tey fáa góðan mat

Ikki at tey liva so leingi har at byrja við. Í miðal liva tey í 2 ár á donskum ellisheimum, men á ellisheiminum "Lotte" á Frederiksberg liva tey næstan dupult so leingi. Les fpn.dk

Um at eta Fugu

Ein amerikani roynir potentielt deyðiliga Fugu fiskin í Tokyo. Citat frá greinini: “It is your mind playing tricks,” the chef says. “If your lips are really numb, then nobody can save you. If your lips are really numb, Mr. Platt, then you are already dead.” Les nymag.com

7 vanligar matvørur sum gera teg 'høgan'

Kanska ikki undarligt at ein morgunmatarbiti við birkesbreyði, Stilton osti og kaffi afturvið, fær ein at føla seg so væl. Les cracked.com

10 tær vandamiklastu matvørurnar

Nei tað er ikki bara fugu og sovorðið, men eisini ógvuliga vanligar føroyskar matvørur sum skeljadjór, rabarbur og epli. Les divinecaroline.com