menniskjað

Evolutiónin av menniskjanum er steðgað, sigur bretskur serfrøðingur

Hetta tí at ov fáir pápar eru yvir 35 ár, og teirra ílegur tí ikki eru muteraðar nóg nógv. Hartil er náttúrliga útveljingin viknað ov nógv, nú tað ikki longur eru bara 50% av børnunum sum verða 20 ára gomul. Og so eru vit 10.000 ferðir ov nógv. Les timesonline.com

Menningin av menniskjum gongur skjótari enn nakrantíð fyrr

Vit eru genetiskt sæð meira ørvísi enn menniskjuni fyri 5000 árum síðani, enn tey vóru í mun til neanderthalarnir. Eini 7% av okkara ílegum hava broytt seg seinastu 20.000 árini, so at vit m.a. kunnu fáa nyttu úr neytamjólk, hava ljósari húð og eru meira mótstøðufør móti sjúkum. Les ing.dk

Títt avkom verður hægri og vakrari

Vísindafólk spáa at menniskjuni um 1000 ár verða 1,83-2,13 metrar høg, kaffi-litað og yvirhøvur vakrari enn vit. Ein metir tó at tað koma av vera tvey fólkasløg um 100.000 ár - tey høgu vøkru og tey lágu trøllini. Les fpn.dk

Chimpansurnar eru meira menntar enn vit

Amerikanskir granskarar hava greinað 14.000 ílegur sum vit menniskju hava til felags við chimpansurnar, og staðfesta at tær eru komnar longri enn vit. Les livescience.com

Vit eru meira ymisk enn vit halda

Bretskir og kanadiskir granskarar hava greinað DNA hjá 270 fólkum úr Evropa, Afrika og Asia, og staðfesta at heili 10% av DNA-sekvensinum kunnu vera ymisk frá fólki til fólk. Men ikki allir í senn millum tveir persónar, tí tá vildi annar persónurin ikki verið menniskja. Til nú hevur tað annars verið hildið at heili 99,5% vóru heilt identisk hjá okkum øllum. Les ing.dk

Hava menniskju eitt kumpass í nøsini ?

Fyri nøkrum árum síðani uppdagaðu granskarar á CALTECH í USA, at vit menniskju hava eitt lítið, glitral krystal av magnetitt millum eyguni, beint aftanfyri nøsina. Dúgvur, laksur, springarar og flogmýs brúka eftir øllum døma hetta til at navigera í mun til magnetfeltið hjá Jørðini. Og so er stóri spurningurin: Kunnu vit brúka okkara til nakað ? Les theregister.co.uk