menniskju

Vit mundu doyð út fyri 1.2 mió árum síðani

Granskarar á University of Utah hava roknað út, at mannaættin minkaði til bara eini 18.500 einstaklingar fyri 1.2 milliónum árum síðani, allarhelst vegna onkra risa vanlukku. Hetta hendi eisini fyri umleið 70.000 árum síðani, tá allarhelst vegna eina supervulkan. Les scientificamerican.com

Usain Bolt er einki í mun til fortíðar menniskju

Mannafrøðingurin Peter McAllister pástendur í bókini "Manthropology", at fortíðar avstralskuk 'aboriginiear' kundu renna upp í 45 km/t, har Usain Bolt klárar upp í 42 km/t. At afrikanskir tutsiar kundu hoppa 2.52 metrar upp í luftina, og at einhvør neanderthal-kvinna hevði vunnið á Arnold Schwarzenegger í at leggja arm. Rómverskir soldátar runnu ofta 1½ marathon um dagin, við byrðu sum vigaði helvtina av teimum sjálvum, og Athen átti 30.000 rógvarar sum kundu vunnið á teimum bestu í dag. Les politiken.dk

Matgerð gjørdi okkum til menniskju

Hetta heldur antropologurin Richard Wrangham, sum hevur skrivað bókina "Catching Fire: How Cooking Made Us Human". Tað eru bara menniskju sum matgerða, og Wrangham heldur at netupp hetta hevur viðført at vit fingu ein minni mun, smærri innvølir og størri heila, umframt betri tíð at brúka hendan heilan (heldur enn at brúka dagin uppá at gnaga grønmeti). Les slashdot.org

Larmurin frá okkum er eisini umhvørvisdálking

Sambært vísindamanninum Bernie Krause, so hava djórasløgini í einum umhvørvi hvør sína tónalegu, so at tey ikki kappast um at verða hoyrd. Men okkara bilar og flogfør og annað leggja seg bara onkunstaðni i 'biofoniini', og eru tí at rokna sum náttúruavlagandi dálking. Les wired.com

Tað er staðfest: Vit eru flokksdjór

Granskarar á University of Leeds bóðu ein hóp av menniskjum ferðast tilvildarliga runt í eini stórari høll, men góvu í loyndum nøkur fá boð um at allíkavæl ganga ávísar leiðir. Tað vísti seg at einans 5% skulu til, at restin fylgir aftaná. Hildið verður at hetta kanska kann brúkast til at skipa rýming frá vanlukkustøðum betur. Les zmescience.com