Microsoft noyðist at uppgeva donsku útgávuna av talu-til-tekst-funkuna í Exchance Server 2010. Trupulleikin er at danir "svølga endingarnar" á orðum. Les version2.dk
microsoft
IBM eftir Microsoft við Linux útgávu
So gott sum samstundis sum Microsoft lanserar Windows 7, kemur IBM nú út við sínum "IBM Client for Smart Work", ið er annaðhvørt Ubuntu ella Red Hat Linux við IBM útgávuni av Open Office, Symphony, Lotus Notes amboðum og líknandi. Málbólkurin er smærri fyritøkur sum gjarna vilja spara uppá lisensútreiðslurnar, og sum hava hug at royna hetta Linux, við IBM sum garanti fyri at pakkin so eisini kann brúkast. Les version2.dk
Microsoft á veg við ókeypis útgávu av Office
Næsta útgáva av Office fer at hava eina serliga ókeyps "starter" grundútgávu av Word og Excel, sum gevur møguleika at stovna, síggja og rætta skjøl av hesum slagi. Les computerworld.dk
Ballmer leggur eftir Windows Mobile
Hetta hava tey frætt á PC Pro, eftir á luttakarar á Microsoft Venture Capital Summit hava sent út 'tweets', sum t.d. "Ballmer says they screwed up with Windows Mobile. Wishes they had already lauched WM7. They completely revamped the team".
Microsoft-stjóri viðgongur at Vista er "minni gott"
Teir hava ballað tað inn nakrar ferðir, við til dømis at kalla Windows 7 fyri 'nógv betri enn Vista'. Men nú hevur ein Microsoft-stjóri fyri fyrstu ferð beinleiðis sagt, at Windows Vista er "minni gott":
What people underestimate is the importance of good or bad products," said Charles Songhurst, Microsoft's general manager of corporate strategy, at a investor's conference on Tuesday. "And sometimes your products are good, sometimes the products are bad. And I think Vista was a less good product for Microsoft."
Vinir loyva ikki vinum at brúka IE6, sigur Microsoft
"Friends don't let friends use IE6", segði Amy Bazdukas herfyri, sum er Microsoft stjóri við ábyrgd fyri Internet Explorer, í viðmerking til kampagnuna "Die IE6, Die", sum koyrir runt um á heimasíðum í løtuni. Nýtslan av Internet Explorer 6 er størri enn hvat teimum á Microsoft dámar, tá ið man hugsar um at kagin er avvoldaður, ótryggur og so mikið ikki-standard, at hann er til fortreð hjá heimasíðusmíðarum. Men trupulleikin er, at tað er tungt at fáa hann burtur úr teimum stóru fyritøkunum, sum hava bygt upp heilar skipanir runt um hendan serliga kaga. Les computerworld.com
Microsoft Zunes gera massasjálvmorð í dag
Okkurt við at árið í ár hevur 366 dagar, sum nýggjasta 'firmware' til Microsoft Zune ikki kann yvirkoma. Loysnin er at gera eitt 'hard reset', so at mp3-spælarin fer aftur til eina eldri útgávu, og so annars bíða eftir at Microsoft loysir trupulleikan. Sí t.d. slashdot.org, gizmodo.com og offisiella zune.net
Windows 7 verður nógv 'lættari' enn Vista
Næsta útgáva av Windows kann í pre-beta-útgavuni koyra fint á eini "netbook" farteldu við 1 GB RAM, sum t.d. Lenovo S10 og ASUS Eee PC 1000H. Les computerworld.com
Windows XP livir enn?
Ætlanin var at tað ikki skuldi bera til at keypa vanligar teldur við Windows XP eftir tann 30. juni 2008 (men bara hesar nýggju smáu farteldurnar). Men so varð hendan loysn sambært TG Daily fyrst flutt til 31. juli, síðani til tann 31. januar 2009; og sambært downloadsquad ber tað enntá til at biðja um eina ókeypis XP útgávu afturfyri eina Vista, líka fram til 31. juli 2009.
Og sum tey á downloadsquad skriva: For anyone keeping track, the operating system was first introduced in late 2001. It's already nearly 7 years old, and at this rate, you may still be using it in another 2 or 3 years. Which is to say that either this is the best operating system Microsoft has ever produced, or Windows Vista is really just that bad.
Microsoft kemur við eini 'cloud' stýriskipan, nú í oktober
Hetta avdúkaði forstjórin Steve Ballmer á eini ráðstevnu í London í gjár. 'Cloud computing' er hetta at sjálv teldukraftin er onkunstaðni har úti á internetinum, sum tú so fært atgongd til gjøgnum kagan. Les computerworld.com
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 6 tímar síðani
2 dagar 15 tímar síðani
1 vika 4 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 15 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 12 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani