mit

Speglið avdúkar tína heilsustøðu

Ein nýklæktur Pd.D. kandidatur á MIT hevur mennt eitt spegl sum kann avlesa pulsin hjá tí sum hyggur í tað, og vónar at kunna víðka tað til eisini at kunna avlesa andadrátt og blóðilting. Tøknin er einføld, eitt vanligt vevmyndatól og ein telda við forriti sum avlesir pulsin alt eftir hvussu ljóst andlitið er. Í prinsippinum bara eitt forrit sum man kundi havt í fartelduni, til yvir tíð at staðfesta heilsustøðu, enntá við møguleika at senda upplýsingarnar víðari til heilsumyndugleikarnar. Les web.mit.edu

Nýggjur nanosvampur kann súgva upp olju og lata vatnið verða eftir

Granskararnir á MIT vóna at kunna gera rímiliga bílig løk at leggja á sjógvin í sambandi við oljulekar. Vansin er at manganoxid sum tey nýta til svampin er rættiliga giftigt. Les ing.dk

MIT lið fingu superteldu at koyra við súkklukraft

Upp á teir 20 minuttirnar sum tey kláraðu at halda telduna í gongd, roknaði hon umleið so nógv roknistykki sum yvirhøvur hava verið roknað í heimssøguni upp til ár 1960. Les carectomy.com

Yvir helvtin av okkum hava kanska etið tvíburðan hjá okkum

Vanliga verður hildið at tað er ógvuliga sjáldan at ein tvíburði 'etur' hin í móðurlívi, men nú siga amerikansk vísindafólk at 20-30% av øllum børnum byrja sum tvíburðar men enda sum eitt barn, og at DNA vísir at kanska upp til 50-70% faktiskt eru sovorðin onkunvegna. Hetta kann merkja at t.d. dopingkontrol fyri blóðdoping ikki er eftirfarandi, av tí at vit í prinsippinum gott kunnu hava tvær blóðtypur í okkum. Les nytimes.com

Scratch skal læra børn at forrita

Mitchel Resnick á MIT hevur gjørt forritanarmálið Scratch serliga til børn, so at tey við eini grafiskari brúkaraflatu kunnu seta saman til dømis teknifilmar og videospøl bara við at seta saman byggiklossar. Ein onnur heimasíða kallað HacketyHack lærir børnini forritanarmálið Ruby, so at tey til dømis kunnu forrita sær eina blogg-heimasíðuskipan bara við at skriva 6 reglur av kotu. Les bbc.co.uk

Granskarar kunnu nú dempa heilavirksemi við ljósið

Vísindamenn á MIT í USA hava mennt ein máta at fáa dempa um neuron-virksemi í heilanum, við at senda bylgjur av gulum ljósi móti heilanum. Hetta í eini roynd at finna nýggjan lekidóm móti sjúkum sum t.d. Parkinsons og epilepsi. Les slashdot.org

Les á MIT fyri einki, higani

Tiltikna 'Massachusetts Institute of Technology' byrjaði longu í 2002 eina verkætlan um at leggja alt sítt frálærtilfar á alnetið, til ein og hvønn at kunna lesa, síggja og hoyra púra ókeypis. Talan er ikki um fjarlestur sum so, har tú kanst fáa eina útbúgving, men 'bara' eitt tilboð til øll áhugaði at kunna gerast klókari. Og tað er ein succés - viðkomandi síða (http://ocw.mit.edu/index.html) verður vitjað umleið 1.4 milliónir ferðir um mánaðin av fólki "in every single country on the planet", uttan at MIT fyri tann skyld hevur trupulleikar at fáa fólk at fara undir útbúgvin eisini á sjálvum skúlanum (heldur tvørtur ímóti). Les csmonitor.com