Luftin er so tunn har uppi, at vit vanligu sambært Professor Bengt Saltin á Københavns Universitet høvdu mist vitið eftir nøkrum fáum minuttum, og síðani doyð. Og fjallaklintrarar brúka tí 4-6 vikur til at venja kroppin við at kunna vera í so tunnari luft, áðrenn teir fara heilt upp. Les videnskab.dk
mount everest
Fjarstýrd tyrla skal bjarga fólki á Mount Everest
Samtakið 'Rescue on Everest Trust' ætlar at fáa eina fjarstýrda tyrlu at kunna bjarga neyðstøddum fjallaklintrarum á Mount Everest, allarhelst tí eingin rættsiktaður tyrluskipari fæst at flúgva hartil. Les engadget.com
Fjallaklintrarahetja í hernað til frama fyri hvalirnar
Tann nú 86 ára gamli Sir Edmund Hillary er 'still going strong', nú hann herfyri var og vitjaði á Scott-støðin. á Antarktis. Hann var saman við Tenzing Norgay fyrstur á Mount Everest, men fer nú í hernað til frama fyri hvalirnar. Og hesa ferð er tað endiliga eitt skilafólk sum ikki bara hyggur at hvalaveiðu, men eisini sær vandatekin í havumhvørvinum. Les jp.dk
Olympiski eldurin skal tvær ferðir upp um Mount Everest
Fyrru ferð verður ein 'generalroynd' nú komandi ár, tá ið vit í sjónvarpinum fara at kunna síggja um tað yvirhøvur ber til. Aðru ferð verður so sum liður í stafettini til OL 2008 í Beijing. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 6 tímar síðani
2 dagar 15 tímar síðani
1 vika 4 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 15 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 12 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani