Trygdargranskarar á Cambridge University sendu somu mynd upp til 16 fototænastur, noteraðu sær leinkið til myndina og slettaðu hana so aftur. Flickr, Photobucket, Orkut og Windows Live Spaces vístu beinanvegin onga mynd á viðkomandi leinki, meðan tað tók longri tíð á t.d. Blogger og Picasa. Facebook og MySpace høvdu einki slettað sjálvt eftir 30 døgum. Les mashable.com
myndir
10 ókeypis myndaamboð til telduna hjá tær
Set myndir saman til panoramamyndir, ella ger pappírskalendarar, ella brúka Microsoft Research Group Shot til samanseta perfektu felagsmyndina burtur úr øllum teimum myndum sum tú tók, har altíð onkur sær eitt sindur løgin út. Les makeuseof.com
U.S. Library of Congress flokkar myndir við Flickr
Royndarverkætlanin "The Commons" umfatar 3115 myndir frá fyrst í 20. øld, sum U.S. Library of Congress hevur lagt upp á myndatænastuna Flickr og brúkarar har síðani seta frámerki við, um hvat og nær myndin er tikin osfr. Ætlanin er at fáa øll at hjálpast at til at gera tað lættari at finna røttu mynd. Les news.com
Fá handan eks-sjeikin burtur úr feriumyndunum
Eitt lið á Carnegie hevur mennt eitt forrit sum samanber eina mynd við teimum nógvu túsund á t.d. Flickr, til at fáa klipt burtur t.d. handan turistin sum traðkaði inn á myndina júst sum tú tók hana. Les version2.dk
Nú kanst tú royna Photosynth
Photosynth fer at gera tað gjørligt at seta saman myndir til eina 3D-framløgu. Nú kanst tú royna tað á heimasíðuni hjá Photosynth, ella síggja eina demovideo á YouTube. Les slashdot.org
Hug at kava á turrum ?
So eru panorama-myndir her sum kavarar hava tikið í sjónum, á ymiskum serliga vøkrum støðum í heiminum. Les divester.com
Myndir tiknar í rætta vinkul
Ov torført at forklára, hygg heldur at myndunum :-) Les cybernetnews.com
Nú meira pláss á Flickr
Myndatænastan Flickr veksur nú um loyvdu nýtsluna bæði hjá teimum sum hava ókeypis konto, og hjá teimum ið betala. Ókeypis konti sleppa nú at senda upp 100 mb av myndum hvønn mánaða, meðan pro-kundarnir kunnu senda upp óavmarkaðar nøgdir. Les digg.com
Ger myndir um til 3D við Microsoft Photosynth
Microsoft mennir í samstarvi við Washington University eitt forrit kallað Photosynth, sum kann gera eitt 3D modell á telduni av onkrum luti, bara um man hevur tikið nóg nógvar digitalmyndir av tí. Forritið er ikki heilt liðugt enn; men ein video hevur verið klár leingi, og nú ber so eisini til at royna eitt 'technology preview' av tí. Les labs.live.com/photosynth
Lær at brúka image.google.com betur
Tú kanst leita eftir fólki, kyn á nøvnum, hvør litur er vanligast til ávís orð, lista upp myndir av eini ávísari heimasíðu, finna bakgrundsmyndir o.a. Les googlesystem.blogspot.com
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani