nasa

NASA frígevur søguligar ljóðstubbar sum ringitónar

Nú kanst tú fáa "Houston we have a problem" sum ringitóna ella nýtslu á telduni, ókeypis og offisielt frá NASA. Sí www.nasa.gov/connect/sounds og les mental_floss.

NASA hava skapað eitt nýtt slag av lív

Granskarar á NASA hava tikið nakrar serliga harðførar bakteriur úr giftiga Mono Lake í Kalifornia, sum tey síðani í petriskálum hava dyrkað til ikki at hava tørv á fosfor longur, men heldur at brúka tað annars ógvuliga giftiga arsen. Fosfor hevur til nú verið hildið at vera ein av grundarsteinunum aftanfyri eitthvørt lív, og royndin nú bendir tí á at lív kann finnast sum ikki hevur tørv á kol, vatni og fosfor. Les videnskab.dk

NASA á veg við einum telduspæli kallað "Moonbase Alpha"

NASA vil eftir øllum at døma prógva, at tey kunnu gera kul telduspøl sum inspirera børn. Hetta "Moonbase Alpha fer at taka umleið 20 minuttir at spæla, og fer at handla um astronautar á mánanum, sum koma í neyð tá ið kritisku skipanirnar svíkja. Les popsci.com

"Lundin" er ein elektrisk flogdrakt frá NASA

NASA hevur teknað hetta elektriska flogfarið kallað "Puffin", sum eftir ætlan skal kunna flúgva rímiliga langt uppá bara elorku, ógvuliga friðarligt og uttan nakað krav um flogbreyt. Við tað at tað er elektriskt, so kann tað eisini flúgva lutfalsliga himmalhøgt, í mun til jetflogfør sum mugu hava luft til sínar motorar. Les scientificamerican.com

Sjokk: Falskt titanium í Mars-sondu hjá NASA

NASA helt seg hava keypt "military grade" titanium frá einum amerikanskum veitara, men nú vísir tað seg at hava verið ein kopivøra við følskum certifikati. Tey mugu tí nú brúka í øllum førum ein mánaða uppá at eftirhyggja sonduna Curiosity, til at vita hvussu nógv av henni sum er bygd við hesum falska titanium. Les ing.dk

NASA buldrar inn í Mánan kl 12:30 í dag

Klokkan 12:30 í dag, føroyska tíð, fer ein 2.2 tons tungur fylgisveinur hjá NASA at bresta niður á Mánan, við 95.000 km/t, í leiting eftir vatni á Mánanum. Tey vænta eitt støvskýggj upp í 10 kilometra hædd, sum eisini amatør-astronomar í USA og í Stillahavinum fara at kunna síggja, við sínum egnu kikarum. Her í Evropa er tað ov ljóst til at síggja nakað, men til ber at fylgja við her á NASA.TV. Les jp.dk

NASA fær mýs at sveima

Granskarar hjá NASA kunnu við superleiðandi magnetum fáa vatnið í smáum djórum at sveima, so at til dømis mýs og rottur sveima. Mýsnar vandu seg eftir fáum tímum við nýggju støðuna, so at tær uppførdu seg vanligt, og ótu og drukku. Rottur hava eisini sveimað í upp til 10 vikur, uttan at tað tykist at hava negativ árin. Les news.yahoo.com

NASA vil samstarva við Russland um ferðir til Mars

NASA hevur nú bjóðað Russlandi at samstarva um ferðir til Mars, nú Russland allíkavæl tosar um at fara tann vegin. Les spacefellowship.com

Hoyr mánaferðina umaftur, nú 40 ár seinni

NASA feirar at tað er 40 ár síðani fyrstu rúmdarferð til mánan, við at tú m.a. kanst lurta eftir øllum samskiftinum millum astronautar og kontrollsentur í 'real time'. Eisini eru myndir komnar undan kavi, har man millum annað fyri fyrstu ferð sær andlitið á Neil Armstrong, meðan hann gongur á mánanum. Les videnskab.dk

Hvat nú um streymurin reyk 'for good'?

US National Academy of Sciences málar í nýggjari rapport eina veruliga ræðumynd, ífall eitt risaútlát av sólargeislum, sum tað í 1859, skuldi oyðilagt øll ravmagnsverk í einum. Milliónir av deyðum amerikanarum, og ein alheims kreppa sum hevði rakt serliga tey hátøkniligu londini. Les newscientist.com