neyðhjálp

Seks neyðhjálparfólk deyðadømd fyri at smitta við HIV

Ein lækni og 5 sjúkrarøktarfrøðingar eru deyðadømdir í Libya fyri at hava verið atvold til at yvir 400 børn vórðu smittað við HIV. Hesi neyðhjálparfólkini høvdu givið børnunum smittað blóð, men fleiri kritikarar meta at libyska stjórnin bara kávar útyvir síni egnu mistøk. Les eb.dk

100-dollar-teldan fer ikki at hava tørv á antivirus-forrit

'One laptop per child' er ein verkætlan byrjað av amerikanska MIT og Nicholas Negroponto, við stuðlum sum MIT, AMD, Google og Red Hat, at gera eina bíliga farteldu til børn í menningarlondum. Tey royna ymiskt slóðbrótandi til at røkka endamálinu, sum t.d. at hon kann løðast við hondsving, og verður gjørd so at hon ikki kann inficerast av telduvirus, av tí at øll forrit koyra í einum 'sandkassa' sum ikki hevur atgongd til sjálva kerviskjarnuna. Les ing.dk