niðurlond

Saltvatnkraft er 30-40% meira effektivt enn at brenna kol

Flest øll vita at tað krevur orku at fáa feskvatn burtur úr saltvatni. Men fá hugsa um, at hendan orkan so øvut verður skapað tá feskvatn verður til saltvatn, og at tey longu í 50-unum prógvaðu at kunna fáa ravmagn burtur úr tilgongdini. Nú umhugsa niðurlendingar at gera eitt saltvatnsorkuverk, sum skal kunna framleiða 300 megawatt av ravmagni per tíma. Les ecoworldly.com

Niðurlond skifta til open source í 2008

1. apríl 2008 skulu allir stovnar í Niðurlondum kunna goyma skjøl í ODF-formati, ella kunna rættvísgera hví at tey ikki gera hetta. Les engadget.com

Hvat kann egentliga henda, um tú ikki sløkkir fartelefonina á sjúkrahúsinum?

Hálendarar hava kannað málið, og staðfestu 48 føri har fartelefonir órógvaðu medisinsku útgerðina, harav triðingurin var sovorðið kritiskt sum at sløkkja ella genstarta ein respirator, at sløkkja fyri dropp uttan at seta ein alarm í gongd, og broyta pulsin í eksternum pacemake'arum. Les webmd.com

Hálendarar eru heimsins hægstu fólk

Tølini eru tíverri øll í amerikanskum fótum og tummum; men støðan skuldi altso verið at hálendarar eru tey hægstu fólkini í heiminum. Og tey verða enn hægri. Les canoe.ca