nintendo

Skjótt kann man spæla Týr í Rock Band á Playstation, Xbox 360 og Nintendo Wii

MTV ætlar at geva øllum møguleika at leggja teirra tónleik í Rock Band spælið, ið fæst til Playstation 3 og Xbox 360. Hetta fer at henda umvegis MTV Networks, har ætlanin er at selja tónleikin til brúkarar fyri millum 50 cents og 3 dollarar, herav fær eigarin 30%. Les meira á Billboard.biz.

Nintendo hevur yvirtikið konsol-marknaðin

Nintendo eigur nú við Wii & co trý tey best seljandi telduspølini í USA, og best seljandi spælimaskinuna eisini. Les epn.dk

Ger spøl til Nintendo Wii

Nintendo hevur framleidd eitt forrit til Wii eigarar, ið gevur øllum møguleika at byggja síni egnu spøl upp frá botninum. Forritið eitur WiiWare og er at fáa í 2008. Les computerworld.dk

Wii bowling er rættiliga realistiskt

Tiltikni teldufrøðingurin John C. Dvorak leypir úr skápinum her, og viðgongur at hann var ein hálvgum professionellur bowlari í High School og á Universitetitum (200 í meðal, sum er RÆTTILIGA gott). Hann nevnir hetta tí hann hevur roynt m.a. bowling á spælimaskinuni Nintendo Wii, og er fullstendiga vekk í hvussu realistiskar tað er, at skula gera rørslurnar soleiðis út í luftina. Les news.yahoo.com

Fjasa við Xbox 360 gift teg við Wii, drep PS3

Xbox'in er kanska tann mest imponerandi (í mun til prísin), men hevur sínar veikleikar við at yvirupphita og muga til garanti-reparatión. Nintendo Wii maskinan er hinvegin maskinan sum fær familjuna saman, og tann einasta sum fekk ummælaran her at veruliga flenna. Hinvegin kann Sony ikki staðfesta nóg skjótt, at PS3'arin var ein brølari. Les fool.com

Vel spælið áðrenn tú velur spælimaskinu

Hesi eru ráðini frá danska spæliserfrøðinginum Thomas Tanggaard. Í síðubjálkanum eru forrestin áhugaverd dáta um tær tríggjar nýggjastu maskinurnar hjá Sony, Microsoft og Nintendo, um hvat tær og spøl til teirra fara at kosta. Les eb.dk

Wii-slankikururin riggar !

Hesin vildi vita hvat hendi, um hann í 6 vikur hvønn dag spældi á sínari nýggju Nintendo Wii, og annars gjørdi alt annað sum vant, át tað sama osfr. Aftaná hevði hann tapt seg 9 lbs (ca 4.5) kg, var farin frá kategori 'yvirvektigur' til 'normal' í BMI, frá "acceptable" til "fitness" í feittprosent (frá 19% til 17.5), osfr. Les wiinintendo.net

Doyði av at drekka ov nógv vatn

Ein radiostøð í Kalifornia gjørdi ein heldur stóran brølara, tá ið tey lovaðu eina Nintendo spælimaskinu til tann lurtara sum longst kundi lata verða við at pissa. Ein kvinna møtti nevniliga upp og kappaðist so dúgliga (um enn hon ikki vann), at hon seinni doyði av tí teir kalla 'vatn-eitran'... eitt slag av sjokk sum kroppurin fær, um man drekkur ov nógv vatn upp á ov stutta tíð. Les eb.dk

Nintendo afturkallar allar Wii handleinkjur

Trøini vaksa ikki inn í himmalin hjá Wii, tí fleiri og fleiri fráboðanir koma inn um fólk og fæ sum hava tikið skaða av at spæla við hesari opinbart ófatiliga stuttligu maskinu. Millum annað tí at bandið slitnar sum fólk hava um hondina, tá ið fjarstýringin rýkur úr hondini av berum ágrýtni. Nintendo hevur tí styrkt um bandið, og afturkallar øll sum longu eru seld. Les engadget.com

100 orsøkir at elska Wii

Nintendo hevur klárað tað ómøguliga, at fáa spælinørdar yvirhøvur at elska teirra nýggju spælimaskinu 'Wii', hóast hon er nógv veikari enn t.d. Microsoft Xbox 360 og Sony Playstation 3. Her er ein listi við 100 orsøkum, sum t.d. at veikari grafikkur bara merkir at spæliforritararnir kunnu brúka sína orku uppá at gera sjálvt spælið betri. Les wiiwii.tv