Í Noregi kann man nú fáa eina IBM Thinkpad farteldu fyri eina krónu, um man samstundis bindir seg til eitt ára fartelefonhald. Bretar hava líknandi møguleikar, og nú fáa danir tað eisini. Les eb.dk
noreg
Heimsins djúpasti tunnil latin upp í Noregi
7,8 km langi Eiksundtunnilin við Oslo er 287 metrar undir havskorpuni tá ið hann er lægstur, og kostaði tó so ikki meira enn eina milliard at bora. Les ing.dk
Vilja frysta havbotnin til at fáa kavbát upp
Ein kavbátur frá 2. veraldarbardara liggur og lekur 4 kg av kyksilviri um árið, út fyri Fedje oynna við Bergen. Norðmenn vilja bjarga umhvørvinum, og ein loysn er tá at frysta botnin runt kavbátin, og so lyfta bæði botn og kavbát. Sviar hava fyrr bjargað eini DC 3 flúgvimaskinu upp á tann mátan. Les ing.dk
Misti 1,63 mia kr eftir einum degi
John Frederiksen, ríkasti maður í Noregi, misti í gjár 1,63 mia á norska virðisbrævamarknaðinum, men hevur tó lukkutíð allíkavæl einar 50 mia eftir. Les epn.dk
Norskir fiskimenn vilja hava ein tunnil til smábátar
Norskir fiskimenn ynskja at fáa borað ein 12 m djúpan, 33 m høgan og 23 m breiðan tunnil gjøgnum hálvoynna Stad nær Sognefjorden, so at farleiðin verður tryggari hjá smábátum. Men myndugleikarnir ivast í um tað eru milliardina vert at bora ein slíkan. Les ing.dk
Norðmenn byggja heimsins fyrsta saltorkuverk
Teoriin er at um tú setur eina membran upp har sum feskvatn møtir saltvatn, so vil feskvatnið royna so hart at koma ígjøgnum membranina at útvatna saltvatnið, at tú kanst reka eina turbinu við trýstinum á membranini. Trupulleikin er bara at gera hesa membran, og annars hava nóg nógv fesk- og saltvatn. Les ing.dk
Noreg við forbjóða bensinbilum ár 2015
Samferðslan er atvold til 25% av CO2-útlátinum í Noregi, og tí ætla tey at sleppa av við bensinbilunum longu um 7 ár. Les epn.dk
Norðmenn gjørt hardware sum mennist við 'evolutión'
Teir gjørdu ein høsnarungarobott í 2004 sum við evolutión lærdi seg sjálva at ganga, og arbeiða nú víðari við at gera robottar til oljurør og undirsjóvar boriútgerð. Hetta hardware fer í gjøgnum 20-30.000 ættarlið uppá nøkur fá sekund, í mun til at vit menniskju hava brúkt 8-900.000 ár uppá tað sama. Les bitsofnews.com
Gevast at gera offline spøl, vegna alla piratkopieringina
Norsku Funcom gevast at gera telduspøl sum ikki krevja online samband, av tí hesi verða kopierað so nógv ólógliga. Í staðin fara tey at satsa uppá online 'mmorpg'-spøl. Funcom hevur framleitt t.d. Dreamfall og Conan. Les e24.no
Nazistabørn saksøkja norska statin
Týskir soldátar vórðu beinleiðis bidnir um at fáa sær børn við norskum kvinnum, til at at fáa eina reina, ariska rasu. Men eftir kríggið vórðu hesi børn illa viðfarin, og saksøkja tey tí nú norska statin efitr endurgjaldi. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani