office

Microsoft á veg við ókeypis útgávu av Office

Næsta útgáva av Office fer at hava eina serliga ókeyps "starter" grundútgávu av Word og Excel, sum gevur møguleika at stovna, síggja og rætta skjøl av hesum slagi. Les computerworld.dk

MS Office verður tyngri og tyngri

Office 2007 brúkar 12 ferðir so nógv minni og 3 ferðir so nógva CPU-kraft sum Office 2000. The Great Moore's Law Compensator" er lógin um at ritbúnaðurin tekur so hvørt sum tólbúnaðurin gevur. Les versin2.dk

Microsoft leysgevur nú sínar Office format spesifikatiónir

Harvið verður tað lættari hjá verkætlanum sum Open Office at kunna lesa og skriva Microsoft Word, Excel og Powerpoint skjøl á rættan hátt. Les newz.dk

Hotmail-stovnari ger Office-kappingarneyta

Sabeer Bhatia og aðrir seldu fyri 10 árum síðani Hotmail til Microsoft fyri 400 milliónir dollarar. Nú lanserar hann Live Documents, sum eftir øllum at døma er okkurt slag av ókeypis 'online' Office 2007. Les timesonline.co.uk

Vista og Office selja betur enn væntað

Windows Vista og Office hava selt nógv betri enn tað sum tey á Microsoft væntaðu, eftir lanseringina í 2007. Nýggja Office hevur selt fyri 1.1 mia DKK, og Vista fyri meira enn 2 mia DKK. Av somu orsøk fór aktiukursurin hjá Microsoft upp við 4,1% eina løtu. Les newz.dk

Office 2007 tað mest innovativa ár 2006, sambært PC World

Ja hvør skuldi trúð at Microsoft slapp at vinna ein sovorðnan innovatións-prís. Men nýggi amboðsbjálkin var ein høvuðsorsøk til at PC World heldur at Office 2007 eigur at vinna. Har eru eisini eini 20 onnur áhugaverd produkt á listanum, sum næstan rukku toppin. Les pcworld.com

Microsoft ávarar um trygdarhol í Word

Holið rakar Word 2000, Word 2002, Word 2003, Microsoft Word Viewer 2003, Word 2004 til Mac, Word 2004 v. X til Mac, og Works 2004, 2005, og 2006, og ger at onkur kann fáa fulla stýring av teldu tíni, um bara tú letur upp eitt Word-dokument. Les comon.dk