ol

Niðurtúrur í Beijing eftir OL

Størsta fótbóltslið í býnum vildi ikki flyta inn í "The Bird's Nest", tí at áskoðararnir fóru ikki at síggjast aftur har, og risastóra stadium er tí mest bara ein museum til turistar at taka myndir í. Og hotellini hava eisini niðurtúr, kanska mest vegna fíggjarkreppuna. Les Telegraph.co.uk

Allar OL dopingtestir skulu nú kannast av nýggjum

Ein nýggjur háttur at testa fyri EPO-evnið 'Cera' hevur longu fangað tveir súkklarar afturat frá Tour de France í ár, og IOC fer tí at kanna allar prøvar frá OL av nýggjum. Les eb.dk

Hetta er donsku vónbrotini á OL, sambært teirra ítróttarsamband

Bryderen Mark O. Madsen, bordtennisspilleren Michael Maze, kuglestøderen Joachim B. Olsen, badmintonspilleren Tine Rasmussen, finnjollesejleren Jonas Høgh-Christensen og herrerne i håndbold. Les spn.dk

Kinesisku fimleikagenturnar eru sikkurt ov ungar

Í øllum førum hava fólk funnið skjøl í goymslum á internetinum, sum vísa at tær eiga at vera 14 ár, hóast teirra kinesisku pass siga at tær eru 16. Serfrøðingar siga seg kunna staðfesta aldurin á fólki undir 21 ár við ½ ára vissu, so vit fáa tað nokk endiliga staðfest, fyrr ella seinni. Les spn.dk

5 OL met sum mest sannlíkt falla í Beijing

Nøkur boð uppá hvørji av størstu metum sum fara at falla. Tey vænta t.d. at Michael Phelps tekur metið frá Mark Spitz í at vinna flest OL gull á einari stevnu, og at tað yvirhøvur fara at verða sett flest heimsmet nakrantíð. Les 2008beijingolimpics.com

Luftin í Beijing er gravskitin

Umleið 7 ferðir so skitin sum WHO standardirnir loyva, her bara ein mánaður áðrenn OL. Men kinesarar lova at verða klárir, m.a. við at avmarka ferðsluna uppundir OL. Les eb.dk

Skjótt útselt til OL

Hetta verða tá fyrstu olympisku leikir har øll atgongumerkini eru seld. Les eb.dk

Gebrselassie vil ikki renna í Beijing vegna dálkingina

Etiopiska maraton stjørnan Haile Gebrselassie hevur meldað avboð til Olympisku Leikir í Beijing í summar, tí at hann metir at dálkingin har fer at ganga út yvir heilsuna. Hann hevur astma. Les eb.dk

Sleppur ikki at luttaka á OL, tí beinprotesurnar eru ov góðar

Suðurafrikanski Oscar Pistorius hevur í dag fingið avslag uppá sína umsókn um at sleppa at luttaka sum rennari á komandi Olympisku Leikum. Orsøkin er at hansara (íslendsku) beinprotesur geva ov stóran fyrimun. Les eb.dk

Kina ætlar sær at stýra veðrinum á OL

Serfrøðingar meta kjansin fyri regnæl á Olympisku Leikum í Beijing 2008 at verða umleið 50%. Men kinesarar ætla sær at forða fyri hesum, við at tøma himmalin fyri regn dagarnar undan. Kanska eitt hugskot til Summarfestivalin? Les newsday.com