olja

Nú kunnu vit gera bio-olju burtur úr tara

Giant KelpEin verkætlan á Bio Architecture Lab í Berkeley hevur mennt eitt serligt slag av bakteriu, sum kann eta og umgera brúntara til etanol. Hetta er slóðbrótandi, við tað at tari er ógvuliga skjótt vaksandi, og ikki á sama hátt sum plantur á landi krevja landbúnaðarøki sum annars kundi verið nýtt til matvøruframleiðslu. Tað er ríkiligt til av brúntara, og sløg sum t.d. 'giant kelp' kunnu vaksa við so nógvum sum einum metri um dagin. Les RTCC.org.

Ik Kyo Chang and Jin Ae Lee, Pusan National University from Responding to Climate Change on Vimeo.

Granskarar mennt bakteriu sum etur skrell og skítur olju

Ja orsaka ljóta málið, men tað er ca. hvat sum hendir. Vitandi at ráolja er bara nakrar fáar mýlubroytingar frá tí sum ger-bakteriur kasta frá sær, hava granskarar broytt eitt slag av bakterium til at kunna eta 'alt' sum inniheldur kolbrintur, og afturfyri geva okkum nakað sum kann brennast í bilunum. Tey vænta at oljuprísurin kann koma niður um 50 dollarar tunnuna, og processin er enntá CO2 negativ. Les timesonline.co.uk

Nýggjur nanosvampur kann súgva upp olju og lata vatnið verða eftir

Granskararnir á MIT vóna at kunna gera rímiliga bílig løk at leggja á sjógvin í sambandi við oljulekar. Vansin er at manganoxid sum tey nýta til svampin er rættiliga giftigt. Les ing.dk

Brasilia funnið olju til heimin í 3 ár

Hildið verður at 'fundið' er triðstørsta oljugoymsla í heiminum, sum inniheldur nóg nógv til at føða heimsins oljukrav í 3 ár. Les ing.dk

NASA veðurfrøðingur sigur at oljufeløgini fjala at heimurin er í kreppu

Um rætt var, so skuldu vit í øllum førum hildið uppat at brúkt kolorkuverk; men trupulleikin er eftir øllum at døma, at oljufeløgini hava so stóra makt á politikkin runt um í heiminum. Les dailygalaxy.com

Nú kostar ein tunna av ráolju 100 dollarar

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, og tíverri vænta tey ikki at høgu prísirnir fara at føra til minkandi eftirspurning. Les epn.dk

Grønlendska oljuævintýrið minkað við 80%

Jarðfrøðingar meta nú at tað bara eru umleið 9 mia tunnur olju við norðureysturstrondini á Grønlandi, í mun til tær 47 mia sum tey mettu í 2000. Men hin vegin er har meira gass, og samanlagt liggur Grønland so allíkavæl sum nummar 19 av 500 teimum ríkastu økjum í heiminum. Les ing.dk

Toskurin verður deyvur av seismiskum kanningum

Ein norsk kanning staðfestir at toskur verður deyvur heilt upp í 1.5 km burturi frá kanningarøkinum, og harvið m.a. klárar verri at rýma undan fíggindum. Eisini kópur og hvalur missur hoyrnina eina tíð. Les ing.dk

Bensinprísurin kann tvífaldast innan 5 ár

Hetta tí at eftirspurningurin veksur ov skjótt. Og um framleiðslan skuldi verið órógvað ov nógv av vanlukku, so verður enn verri. T.d. kann ein atombumbuspreinging í Miðeystri merkja at oljuprísurin fimmfaldast. Les eb.dk

Nýtt Shell patent kann gera USA til heimsins størsta oljuframleiðara

Shell sigur at tey kunnu gera olju burtur úr onkrum tey kalla 'shale' ("leirfløga" í orðabókini) fyri einans 30 US dollarar tunnuna, sum er væl minni enn teir $60 sum tunnan av vanligari olju kostar í dag. Um hendan tøkni riggar, so verður USA tann størsti oljuframleiðarin í heiminum. Les weeklystandard.co