3D-modellið Google Body var upprunaliga eitt av hesum sjálvvaldu projektunum sum starvsfólk á Google sleppa at brúka 20% av sínari arbeiðstíð til at spæla við, og varð so síðani avviklað aftur at Google sjálvum í fjør. Nú er kotan latin út til øll at nýta sum 'open source' sí t.d. www.zygotebody.com. Les Open Source at Google
open source
Næstan allar fyritøkur brúka Open Source
Ein kanning hjá Gartner av fyritøkum í Evropa, USA og Asia staðfesti herfyri, at heili 85% av fyritøkunum brúka 'open source' forrit, og at hini 15% umhugsa tað. Les version2.dk
Kend forrit sum fóru frá closed til open source
Har eru nógv kend á listanum, so sum Java, Duke Nukem, Netscape Navigator og Second Life. Og viðmerkjarnar nevna enn fleiri í viðmerkingunum undir greinini. Les junauza.com
Microsoft Danmark velur open source skipan til sína heimasíðu
Talan er um donsku heimasíðuskipanina Umbraco, sum Microsoft Danmark nú velur at brúka til sína mennara-heimasíðu msdn.dk. Les version2.dk
Ókeypis 'open source' alternativ til kendastu forrit
Enn ein góður listi, hesuferð við góðari frágreiðing um alternativið. Les makeuseof.com
SimCity keldukotan givin leys
Kotan til telduspælið SimCity er nú 'open source'. Open source útgávan kemur at eita Micropolis, við tað at Electronic Arts eigur rættindini til navnið SimCity. Les newz.dk
Niðurlond skifta til open source í 2008
1. apríl 2008 skulu allir stovnar í Niðurlondum kunna goyma skjøl í ODF-formati, ella kunna rættvísgera hví at tey ikki gera hetta. Les engadget.com
IBM gevur út ókeypis office-pakka
IBM fer eftir øllum at døma at leggja út ein kontórpakka í dag, til okkum øll at kunna taka niður fyri einki. Talan tykiskt at verða um eina útgávu av Open Office, við tekstviðgerð, rokniarki og framløguforriti, sum so eisini verður open source. Les wsj.com
3 góð ókeypis matematikk-forrit
Maxima er til algebra, Scilab til numeriskar útrokningar, og R er til statistikk. Les math-blog.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani