oscar pistorius

Nú sleppur Oscar Pistorius kanska allíkavæl við til OL

Altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt hevði sett bann fyri at ein handicappaður maður sum hann kundi luttaka á OL, av tí at tey hildu at hansara íslendsku protesur góvu ov stóran fyrimun. Men nú hevur olympiska Court of Arbitration for Sport ógildað hesa avgerð, so leingi sum hann bara klárar kravtíðina til leikirnar. Les nytimes.com

Sleppur ikki at luttaka á OL, tí beinprotesurnar eru ov góðar

Suðurafrikanski Oscar Pistorius hevur í dag fingið avslag uppá sína umsókn um at sleppa at luttaka sum rennari á komandi Olympisku Leikum. Orsøkin er at hansara (íslendsku) beinprotesur geva ov stóran fyrimun. Les eb.dk

Eru væntandi beinini hjá Pistorius til fyrimuns ella ampa ?

Pistorius manglar bæði bein, men rennur næstan líka skjótt á protesum sum teir allarskjótastu gera á vanligum beinum. Les hindu.com

Eru protesur at rokna sum ólóglig hjálp í renning ?

Suðurafrikanski Oscar Pistorius rann fyri tveimum árum síðani 200 metrar á 21.34, sum er sama tíð sum heimsmetið hjá kvinnum, og trýkvart sekund frá OL-kravtíðini tá. 'Trupulleikin' er bara, at beinini vórðu skorðin av undir knænum tá ið hann var eitt ára gamalur, og hann tí rennur við nøkrum heilt serliga góðum 'Cheetah' protesum frá fyritøkuni Ossur (Øssur?) í Íslandi. Les wired.com