pengar

Týsk kvinna hevur ikki brúkt pengar í 13 ár

Týska lærarinnan Heidemarie Schwermer skifti fyri 13 árum síðani um til at bara býta um, heldur enn at brúka pengar, og hevur klárað seg líka síðani. Ein partur av filosifiini er, at fátøk og heimleys ikki hava tørv á pengum til verða nakað verd. Les fpn.dk

Nær er betur at brúka eingangs-battarí?

Um tú vilt spara pengar, so loysir tað seg sambært leopenzo.com betur at brúka eingangsbattarí til tól sum brúka lítlan streym, so sum klokkur, útvarp, roykalarmar og fjarstýringar, við tað at tey yvirhøvur missa streymin spakuligari enn endurnýtslubattarí. Men fyri umhvørvið er tað nokk altíð betur at brúka endurnýtslubattarí. Les lifehacker.com

Vandi fyri risainflatión í USA um 2-3 ár

Amerikanski búskaparfrøðingurin Peter Schiff ávarar um, at amerikanska Federal Reserver í løtuni prentar so mikið nógvar eyka pengar, til at fáa ferð á búskapin, at tey eru í vanda fyri at hava inflatión yvir 10% um 2-3 ár, og inflatión sum í Zimbabwe um 5-10 ár. Hesin Schiiff var ein av teimum fáu sum ávaraðu um kreppuna ið nú er, so hann er ein av teimum sum fólk lurta eftir í dag. Les epn.dk

Danmark á veg inn í eina søguliga langa kreppu

Fyri fyrstu ferð síðani 2. veraldarbardaga fer Danmark at uppliva 3 ár við fíggjarligari afturgongd, siga danskir serfrøðingar. Arbeiðsloysið fer frá nú umleið 58.000 upp í 170.000, hesi árini. Les epn.dk

'Gamaldags' menn tjena meira

Ná da da, ein amerikansk kanning vísti týðiligan mun á lønini hjá teimum monnum sum hildu at kvinnur áttu at hildið seg heima, í mun til lønina hjá teimum sum vóru fyri líkarætt. Hjá kvinnum var tað øvut, at kvinnur sum vóru fyri líkarætt tjendu meira. Les bbc.co.uk

Ymiskt frálíkt ókeypis sambært Kiplinger

Nógv er serliga til amerikanarar, so sum at kunna síggja baseball-spælarar venja. Men har er eisini okkurt áhugavert til okkum onnur, so sum at kunna læra mál á www.bbc.co.uk/languages

Størstu undirskot millum danskar fyritøkur

Tað eru eftir øllum at døma ikki so nógvir pengar í fartelefoni, kaffi, skipum og høsnarungum, sum fólk ganga og halda. Les epn.dk

20 ævigt gildugar reglur um at tjena pengar

Citat frá fólki sum dugdu. Les finance.yahoo.com

Løgreglan í Mexico City lagt hald á yvir 2 tons av US dollarum

Eitt 'raid' í Mexico City viðførdi at løgreglan legði hald á 205 milliónir US dollarar, mest í 100 dollarseðlum, sum tilsamans vigaðu minst 4500 pund. Tað vóru nakrir narkoframleiðarar sum høvdu pengarnar liggjandi, so teir mugu nokk mest sannlíkt avskriva pengarnar. Les latimes.com

Lán pengar frá øðrum (ella til onnur) á netinum

Ja, nú finnast eisini web 2.0 'bankar' á netinum. Um tú manglar pengar, ella hevur hug at lána øðrum nakað (og tjena rentu), so finst t.d. bretska http://www.zopa.com og amerikanska http://www.prosper.com/. Tað eru tænastur har fólk skriva ein stubba um hví tey hava brúk fyri einum láni, og onnur so bjóða seg til at lána teimum alt ella ein part av peninginum. Rentan avhongur so av hvussu risikerligt lánið virkar, og mest sannlíkt eisini av hvussu væl lánarin betaldi onnur lán aftur. Tey siga at lánirentan ofta er lægri enn tann sum man fær í bankunum. Les centernetworks.com