Bing Maps frá Microsoft dugir nú millum annað at flætta Flickr myndir frá brúkarum inn í kortið, so at tú kanst síggja hvussu bygningarnir síggja út uppá ymisk tíðspunkt, enntá innaní og langt aftur í tíðina. Hartil kanst tú síggja 'live video stream' í kortinum, og síggja stjørnukort um tú hyggur uppeftir. Les engadget.com og sí bing.com/maps/explore
photosynth
Microsoft Photosynth klárt, men skinklar
Tú fært 20 GB av ókeypis goymsluplássi á ambætarunum hjá teimum, og kann so við at taka 20-300 myndir fáa samansett eina 3D mynd av onkrum øki ella motivi. Men trøini vaksa ikki inn í himmalin... skipanin datt niður og lá lamin tað mesta av fyrsta degi, tí at ferðslan á heimasíðuni var so nógv. Les newz.dk
Nú kanst tú royna Photosynth
Photosynth fer at gera tað gjørligt at seta saman myndir til eina 3D-framløgu. Nú kanst tú royna tað á heimasíðuni hjá Photosynth, ella síggja eina demovideo á YouTube. Les slashdot.org
Ger myndir um til 3D við Microsoft Photosynth
Microsoft mennir í samstarvi við Washington University eitt forrit kallað Photosynth, sum kann gera eitt 3D modell á telduni av onkrum luti, bara um man hevur tikið nóg nógvar digitalmyndir av tí. Forritið er ikki heilt liðugt enn; men ein video hevur verið klár leingi, og nú ber so eisini til at royna eitt 'technology preview' av tí. Les labs.live.com/photosynth
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani