playstation 3

Skjótt kann man spæla Týr í Rock Band á Playstation, Xbox 360 og Nintendo Wii

MTV ætlar at geva øllum møguleika at leggja teirra tónleik í Rock Band spælið, ið fæst til Playstation 3 og Xbox 360. Hetta fer at henda umvegis MTV Networks, har ætlanin er at selja tónleikin til brúkarar fyri millum 50 cents og 3 dollarar, herav fær eigarin 30%. Les meira á Billboard.biz.

Amerikansk hernaðartelda brúkar PS3 geril til at røkka 1 petaflops

'Roadrunner' tvífaldar metið fyri skjótastu superteldu nakrantíð, nú hon kann rokna yvir 1 petaflops við hjálp av 12.960 Cell gerlar (prosessarar), av sama slag sum teir ið sita í Playstation 3. Les version2.dk

Sony kann nú framleiða Playstation 3 fyri hálvan prís

Har tað fyrr kostaði teimum $800 at gera eina Playstation 3 spælimaskinu, kostar tað nú bara $400. Les engadget.com

Bíligari Playstation 3 á veg

Mikudagin fara danir at kunna keypa eina Playstation 3 fyri umleið 3400 krónur. Nýggja útgávan hevur tó bara 40GB harðdisk í mun til vanligu 60GB, og hartil kann hon nú slettis ikki spæla Playstation 2 spøl longur. Les eb.dk

Playstation 3 kemur til Danmarkar tann 23. mars

Spælimaskinan fer eftir øllum at døma at kosta umleið 4500 danskar krónur, og tað koma í fyrstu atløgu bara 1 millión av teimum til Evropa, sum allar eru útgávan við 60 GB harðdiski, sum í USA er lutfalsliga dýrari enn útgávan við 80 GB harðdiski (sí http://www.engadget.com/2007/01/24/ps3-hits-europe-march-23-840-60gb-only/). Les newz.dk

Framleiðarin av Half-Life kallar Playstation 3 fyri eina katastrofu

Ovasti stjóri hjá Valve Software, Gabe Newell, kallar nýggjastu playstation-maskinuna fyri eina katastrofu, og heldur at Sony burdi avblást alt og byrjað umaftur... sjálvt nú eftir at maskinan er komin út. Wii er hinvegin ta stóra positiva upplivilsið, meðan Microsoft burdi brúkt krefturnar uppá Vista heldur enn Xbox. Les xbitlabs.com

Hacka hesa síðu og vinn PS3-aran sum rekur hana

Sum sagt, heimasíðuánarin gevur sína Playstation 3 maskinu við 160 GB harðdiski og Linux lagt inn, til tann fyrsta sum klárar at hacka síðuna og skifta eina mynd har út við eini aðrari á maskinuni. Les shimpinomori.net

Ars Technica ummælir PS3

Maskinan er stílfull og so friðarlig at tú ikki hoyrir um hon er tendrað. Nýggja sixaxis-stýriskipanin er reint 'gimmick' her í fyrstani, í mun til økta brúakraupplivilsi á Nintendo Wii. Online er dráp, við tað at tað gongur seint, og hon ikki kann gera annað meðan hon downloadar. Hartil skal hon dagførast online, áðrenn hon kann fara online. Har er einki PS2 controller port, so alt sovorðið skal saman við memorykortini í skrellispannina. Sum BluRay-videomaskina er hon skjót og góð. Saman um tikið sigur ummælarin: "I think my main problem with the PS3 is that philosophically, it's a confused system. It doesn't really know what it wants to do." Les arstechnica.com

Playstation 3 er ikki hysteríið vert, enn

Hóast maskinan er sterk og alt hatta har, so liva spølini verri enn so upp til maskinuna. Vanlig fólk við vanligum skermum síggja ongan mun á hesum 'hágóðsku' grafikki í mun til grafikkinum á t.d. tí nógv bíligari Xbox 360, og bestu spølini eru ikki betri enn tey sum hartil fáast. Les time.com

Playstation 3 er næstan ljóðleysur

Tveir á PSM3 sluppu at royna eina Playstation 3, og siga at maskinan er nærmast ljóðleys og startar upp og loadar ultraskjótt. Hin vegin er hon tung, so tung at hon ikki kann lyftast við einari hond, og yvirflatan tiltrekkir støv sum ein magnet. Les newz.dk