politikkur

Løgtingsvalúrslit 1906-2008

Á grafinum eru løgtingsvalúrslit frá 1906 til og við 2011. Tilber at velja úrslit fyri hvørt valdømi á ý-ásini til vinstru. Gev gætur at smærri flokkar og uttanflokkalistar eru ikki taldir við her.

Hvar sita flest fólk í fongsli ?

Eitt áhugavert heimskort yvir hvar lutfalsliga flest fólk sita í fongsli. Les libertyforlife.com

Føroyar í ferð við at loysa, sambært Russia Today

Gloym ikki at hyggja at tilhoyrandi videoini, har russiski reportarin tosar við føroyskar politikarar, ung og eldri á onkrari veitslu, og tú enntá sær menn í berum yvirkroppi (I kid you not). Les russiatoday.ru

Danskir lærarar skulu vísa politiskan kulør, sigur lærarafelagið

Teir eru allíkavæl nóg professionellir til ikki at fara at indoktrinera børnini við sína hugsan, og kunnu tí tað sama lata verða við at spæla neutralir. Les jp.dk

NASA veðurfrøðingur sigur at oljufeløgini fjala at heimurin er í kreppu

Um rætt var, so skuldu vit í øllum førum hildið uppat at brúkt kolorkuverk; men trupulleikin er eftir øllum at døma, at oljufeløgini hava so stóra makt á politikkin runt um í heiminum. Les dailygalaxy.com

Sí skøkjuna sum Eliot Spitzer fór við

Ikki lætt at vera anonymur longur. Takka verið alnetið, kunnu vit nú bæði síggja myndir av skøkjuni hjá New York guvernørinum Eliot Spitzer, og hoyra hana syngja á MySpace. Les thesmokinggun.com

Bush er ringast lýddi amerikanski forseti nakrantíð

Sambært seinastu mátingum halda einans 19% av vaksnum amerikanarum at hann ger sítt arbeiði nóg væl. Hetta er fyrsti forseti undir 20%, og harvið eisini minni enn Nixon fekk beint áðrenn hann fór frá sum forseti. Les eb.dk

ES á veg við einum risa fingramerkisdátugrunni

Tey ætla at dátugrunnurin innan ár 2015 skal innihalda fingramerki hjá øllum teimum sum hava ferðast um landamørk í ES. Les newz.dk

USA fer at skjóta fylgisveinin niður

Bush hevur nú givið boð um at skjóta amerikanska spión fylgisveinin niður, sum allíkavæl fer at detta niður innan alt ov leingi. Orsøkin er at hann annars kemur niður við eini rúgvu av heilsuskaðiligum brennievni umboð. Les ing.dk

Amerikanska senatið vil ikki torturera longur

Tey ætla at samtykkja ein lógarpakka sum forbjóðar at avhoyra við waterboarding og øðrum harðligum teknikkum. Men Bush lovar hin vegin at niðurleggja veto í móti pakkanum. Les eb.dk