ravmagn

Breta ætla at bilurin skal verða battaríið

Granskarar á Imperial College London hava mennt eitt tilfar sum teir ætla skal verða bæði skrokkur og elgoymsla í framtíðar elbilum og fartelefonum. Í fyrstuni sum ískoyti til battaríið, til at fáa longri driftstíð við sama battarí og minni vekt. Og møguliga einaferð í framtíðini, so at bilurin sjálvur er battaríið.

Hvat nú um streymurin reyk 'for good'?

US National Academy of Sciences málar í nýggjari rapport eina veruliga ræðumynd, ífall eitt risaútlát av sólargeislum, sum tað í 1859, skuldi oyðilagt øll ravmagnsverk í einum. Milliónir av deyðum amerikanarum, og ein alheims kreppa sum hevði rakt serliga tey hátøkniligu londini. Les newscientist.com

Saltvatnkraft er 30-40% meira effektivt enn at brenna kol

Flest øll vita at tað krevur orku at fáa feskvatn burtur úr saltvatni. Men fá hugsa um, at hendan orkan so øvut verður skapað tá feskvatn verður til saltvatn, og at tey longu í 50-unum prógvaðu at kunna fáa ravmagn burtur úr tilgongdini. Nú umhugsa niðurlendingar at gera eitt saltvatnsorkuverk, sum skal kunna framleiða 300 megawatt av ravmagni per tíma. Les ecoworldly.com

Hesir eru ókendu streymslúkararnir í heiminum

Elgólvhiti, plasmaskermar, spæliteldur og akvarium eru tól sum brúka túsundavís av krónum í ravmagni um árið, uttan at vit hugsa um tað. Les fpn.dk

Bakteria sum skapar streym við hjálp av vitaminum

Havbakterian Shewanella framleiðir og brúkar vitaminið riboflavin til at bróta niður metal við ravmagni. Granskarar vóna at kunna brúka hendan eginleika til at gera eitt slag av biobattaríi, til at reka smáar sensorar við á havbotninum. Les ing.dk

Skapa streym burtur úr blaktrandi klæði

Granskarar á Georgia Tech hava mennt nakrar nanogeneratorar so at tú ein dag kanska kann fáa streym frá flaggstongini hjá tær, frá klæðunum á kroppinum ella øðrum sum flytir seg ella ristist. Ein trupulleiki beint nú er tó at tøknin ikki tolir vatn. Les ing.dk