Paul Williams' National Runners' Healt Study kannaði 100.000 rennarar íroknað 926 eineggjaðar tvíburðar, og staðfestir har út í frá at arvaligir eginleikar eru orsøk til 40-70% av variatiónunum í BMI. Tó so, tess meira annar tvíburðin rann, tess minni hevði ættarbregði at siga, tíverri við rættiliga høgrum tølum fyri serliga menn. Niðurstøðan er, at um ein kvinna skal fullkomiliga útlíkna tað náttúrligu yvirvekt sum hon hevur arvað frá sínum foreldrum, so skal hon renna 7.05 km um dagin (49.4 km/vikuna), meðan menn skulu renna 13.51 km um dagin (94.57 km/vikuna). Les Sweat Science.
renning
Rørsla kann geva hægri próvtøl
Fyrstu royndir frá sjúkrarøktaraútbúgvingini í Sønderborg vísa, at um rørsla verður fastur partur av eini útbúgving, so eru tað færri sum dumpa og fleiri sum fáa betri próvtøl. Tríggjar ferðir um vikuna fingu tey 40 lesandi møguleika fyri 1 tíma av rørslu í døgverðasteðginum, við úrsliti at meðalpróvtalið til mótul 1 royndina reyk upp á 6.51, í mun til 4,74 í 2009 og 3.80 í 2010. Tey siga at tað er í so tíðliga at gera eina niðurstøðu, men halda tó at allar útbúgvingar burdu umhugsað at flætta rørslu upp í ítrótt. Les dsr.dk.
[Image courtesy of Mike Baird, CC BY 2.0]
Hjálpir tað at strekkja áðrenn renning?
Sambært stórari kanning USA Track & Field gjørdi tað ongan mun í skaðafyribyrging, um tey 1400 sum vórðu kannaði strektu ella ei áðrenn renning. Ella tað vil siga, skaðafyribrigdini gjørdust nakað fleiri hjá teimum sum fyrr høvdu strekt men so hildu uppat, meðan restin kann spara sær ómakin. Les The New York Times
Nalvin er orsøk til at afrikanarar renna skjótari
Granskarar á Duke University hava staðfest, at nalvin á vesturafrikanarum situr 3 sentimetur hægri enn á evropearum, og staðfesta at tað er tí at afrikanarar renna skjótari. Sambært teimum er nalvin massamiðdepil í kroppinum, og tann hægri nalvin í mun til kroppshædd tí eitt prógv um longri bein og "goymdari hædd", sum gevur teimum fyrimun á rennibreytunum. Hetta tí at renning í prinsippinum er eitt støðugt fall, har fall frá hægri hædd gevur meira ferð. Og hinvegin hava evropearar av somu orsøk ein fyrimun í svimjing, har tað ræðum um at flóta heldur enn at fara framyvir. Les news.yahoo.com
Skjótari tú rennur, longri livur tú
Dr. Paul T. Williams á Lawrence Berkeley National Laboratory í USA hevur seinastu 20 árini granskað yvir 120.000 rennarar, til at kanna í hvønn renning er sunt. Í nýggjastu kanningini hevur hann samanborið bestu tíð yvir 10 km hjá 29.721 monnum, við hvussu nógvir høvdu fingið hjartatrupulleikar 7.7 ár seinni. Og kanningin staðfestir rættiliga greitt, at tess skjótari tú klárar at renna, tess longri livur tú, næstan líka mikið hvussu nógv tú venur. Sum altso merkir, at summi noyðast at venja meira enn onnur, um tey vilja liva líka leingi. Les sweatscience.com
Besti renniskógvurin er kanska eingin
Granskarar á Harvard hava staðfest, at menniskju renna heilt ørvísi á leistum, enn í skóm. Flestu fólk halda at tað er skaðandi at renna á leistum; men í veruleikanum er stoyturin nógv minni og effektiviteturin betri, um bara tú byggir so líðandi upp. Sí barefootrunning.fas.harvard.edu og news.yahoo.com
Ven minni og verð betri
Granskarar á Københavns Universitet fingu 12 royndar rennarar at venja 25% minni um vikuna, afturfyri at sprinta 6-12 ferðir 30 sekunder, 3-4 dagar um vikuna. Eftir bara 6-9 vikum betraði teir sína 10 km rennitíð við einum minutti, frá 37.3 til 36.3, umframt at gerast 7% betri til 30 sekunds sprint, og 36% til 2 minuttirs test. Orsøkin verður hildin at verða, at sprintirnir betri aktivera allan kroppin. Les videnskab.dk
Marathon er hart fyri hjartað
Granskarar á Karolinska í Stockholm hava staðfest troyttleika í hjartanum á rennarum í meira enn eina viku eftir at hesir høvdu runnið marathon. Møði í hjartanum er ein av fyrstu lutunum í hjartatrupulleikum, og granskararnir staðfesta tí at 'marathon er hvørki sunt fyri hjartað, vøddarnar ella beinagrindina'. Men skunda sær at leggja afturat, at renning er sunt, um tú bara rennur eitt sindur stytri. "Det allersundeste vil være at træne op til et maraton uden at løbe et". Les eb.dk
Sprint er mest ein spurningur um talent
Nokk so bersøgin útsøgn her í Ingeniøren, um "Hvor hurtigt kan mennesket løbe?": »Den optimale sammensætning er man født med. Så det er ret nemt at finde talenter til den disciplin. Man tager blot folk ind fra gaden, som interesserer sig for sport, og beder dem om at løbe hurtigt. Hvis de uden nogen form for træning kan løbe 100 meter i nærheden af 11 sekunder, så kan de med den rette træning i lang tid træne et sekund eller to længere ned, så simpelt er det«
Tað er ikki bara at anda í renning
Eftir øllum at døma eigur tú brúka 3 fet uppá at anda inn, og 2 uppá at anda kraftiga út, til at fáa so nógva luft inn sum gjørligt, og so nógva koltvíiltu út aftur eisini. Les lifehacker.com

Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani