Langtíðar-kanning av 11247 avstraliarum bendir á, at tað at hyggja í sjónvarp kann vera líka vandamikið sum at royka ella vera ovurfeitur, so ógvusliga at éin tími frammanfyri sjónvarpið styttir títt lív við 22 minuttum, og at 6 tímar frammanfyri sjónvarpið um dagin styttir títt lív við tilsamans fimm árum. Sí the British Journal of Sports Medicine og newser.
royking
Sjónvarp líka vandamikið sum royking ?
Ungir menn sum roykja hava lægri IQ
Granskarar í Ísrael sammettu IQ hjá 18 til 21 ára gomlum hermonnum sum royktu, við IQ hjá líknandi hermonnum sum ikki royktu, og staðfestu at teir sum royktu í meðal høvdu meira enn 7 stig lægri IQ, enn teir sum ikki royktu. Týðing fyri roykjarar: Tað er býtt at roykja! Les sciencedaily.com
Renning í stórbýum er sum at roykja
Gott nokk bara sum at vera passivur roykjari í einum rúmi við roykjarum, sambært professor Steffen Loft frá Københavns Universitet. Og tá kann man troysta seg við, at støðan ikki er verri enn restina av døgninum, hjá stórbýarfólkunum. Les eb.dk
Tey sunnu og klønu eru dýrast fyri heilsuverkið
Hálendskir granskarar hava roknað seg fram til at tey sunnu og klønu eru dýrari fyri heilsuverkið enn roykjarar og feit, av tí at heilt einfalt liva longri. Les fpn.dk
Móður Jørð er ikki eitt øskubikar
Visti tú at sigarettfiltur ikki eru niðurbrótilig, men taka 10-15 ár at gerast mikroskopisk plastikkpetti? Og at nikotinið í 200 av teimum (brúktu) er nóg mikið til at drepa eitt menniskja? Um hvør roykjari í heiminum blakar bara 1 skodd á jørðina, so verða tað 1.2 milliardir tilsamans um dagin. Les whyquit.com
Hvat hendir NÚ um tú gevst at roykja ?
Um 20 minuttir er blóðtrýstið komið niður á vanligt støði. Um 8 tímar er iltnøgdin í blóðinum komið upp á vanligt støði. Um 48 tímar er vandin fyri hjartaslag minkaður. Osfr. Les healthbolt.net
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani