Nú kanst tú fáa "Houston we have a problem" sum ringitóna ella nýtslu á telduni, ókeypis og offisielt frá NASA. Sí www.nasa.gov/connect/sounds og les mental_floss.
rúmdin
Heilivágur riggar verri í rúmdini
Astronautar á rúmdarferðum fáa ikki líka væl tikið paracetamol til at hjálpa uppá høvuðpínu, ella antibiotika til at berja niður ílegusjúku. Orsøkin er møguliga støðuga strálingin umborð á rúmdarførum, staðfestir ein vísindalig grein í AAPS Journal. Les her á bbc.co.uk.
Japan ætlar at fáa streym til 300.000 hús úr rúmdini
Tey ætla at senda ein fylgisvein við sólpanelum út í rúmdina, sum so skal senda eina orkustrálu aftur sum mikrobylgjur til jørðina. Ein lítil royndarútgáva skal eftir ætlan út í rúmdina í 2014. Les popsci.com
Ætla at granska Mars við 'tumbleweed' bóltum
"The Mars Tumbleweed" er ein verkætlan hjá NASA og øðrum, at møguliga fara at kanna Mars við bóltum sum blása við vindinum, heldur enn við traditionellum marsbilum. Væleydnaðar royndir hava longu verið gjørdast í Grønlandi og á Suðurpólinum, og nú fara tey so at royna at fáa størri játtan, til at kunna gjøgnumføra ætlanina. Les discovery.com og sí video av tveimum ymiskum møguligum bóltum.
Danskir rúmdarmenn trena í Tivoli
Donsku Kristian von Bengtson og Peter Madsen fingu Tivoli til at skrúva Vertigo uppá maksimalu 6.5 G, sum maskinan er før fyri at geva í 20 sekund, til at testa um teir kunnu klára tey G sum teirra ætlaða (privata) rúmdarferð fer at geva. Les ing.dk og sí www.copenhagensuborbitals.com
Har er vatn á mánanum
Tað kunngjørdi NASA í gjár, nú tey hava fingið kannað dátaini frá tá ið tey tann 9. oktober sendu eina sondu við ferð niður á Mánan. Myndin er av tá ið fylgisveinurin brast niður á Mánan. Les mashable.com

Image courtesy of NASA
Gongur framá við rúmdarelevatorunum
Rúmdarelevatorar kunnu nú klintra 1 km upp eftir einum bandi, við umleið 14.4 km/t. Tíverri ikki við teimum 18 km/t sum hevði 2 milliónir dollarar í virðisløn, men tó við nóg góðum úrsliti til at fáa 900.000 dollar í troystipremiu. Les videnskab.dk
Hug at sleppa ein (simuleraðan) túr til Mars?
Um tú hevur hug at royna hvussu tað fer at verða at ferðast til Mars, so kanst tú nú søkja um at gerast ein av teimum seks, sum í 520 dagar skulu búgva í nøkrum sum minnir um eitt rúmdarfar í Moskva, hermetiskt avskorin frá restina av heiminum. Tú mást vera millum 25 og 50 ár, í mesta lagi 185 cm høg(ur), hava góða heilsu, duga enskt og/ella russiskt, umframt hava útbúgving og royndir innanfyri læknafrøði, lívfrøði ella tøkni. Tú skalt eisini vera ikki-roykjari. Umsøknarblaðið er her, og freistin at søkja er tann 5. november. Les videnskab.dk
Risa luftbyrsa skal skjóta góðs út í rúmdina
Amerikanski vísindamaðurin John Hunter ætlar fyri 500 milliónir dollars at byggja eina 1.1 kilometur langa luftbyrsu, sum skal kunna skjóta 450 kg av góðsi við 6 km/s so mikið langt út ímóti rúmdina, at ein lítil rakett kann bera góðsið tað seinasta pettið. Tey hava longu roynt hetta í 90-unum, og fingu tá eitt 5 kilo tungt projektil at ferðast við 3 km/s, bara við hjálp av samanpressaðum hydrogen-gassi. Les newscientist.com
NASA buldrar inn í Mánan kl 12:30 í dag
Klokkan 12:30 í dag, føroyska tíð, fer ein 2.2 tons tungur fylgisveinur hjá NASA at bresta niður á Mánan, við 95.000 km/t, í leiting eftir vatni á Mánanum. Tey vænta eitt støvskýggj upp í 10 kilometra hædd, sum eisini amatør-astronomar í USA og í Stillahavinum fara at kunna síggja, við sínum egnu kikarum. Her í Evropa er tað ov ljóst til at síggja nakað, men til ber at fylgja við her á NASA.TV. Les jp.dk

Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani