NASA hevur nú bjóðað Russlandi at samstarva um ferðir til Mars, nú Russland allíkavæl tosar um at fara tann vegin. Les spacefellowship.com
russland
Svøríki fer at avlurta samrøður og dátaferðslu til Russlands
Ein heilt stórur partur av samskiftinum millum Russland og heimin fer gjøgnum Svøríki, og sviar fara tí nú at brúka sína nýggju "Big Brother" lóg til at avlurta samskiftið, til egna nýtslu og til at býta við onnur lond. Les jp.dk
USA byggir um kjarnorkurakettir til 'bara' at vera smartbombs
Hetta so at tey skjótt kunnu raka eitthvørt mál á klótuni við konventionellum vápnum. Men stóri trupulleikin er sjálvsagt, at aðrar kjarnorkumaktir sum Russland og Kina fáa trupulleikar við at síggja mun á, um talan er um kjarnorkuálop ella ei. Les ing.dk
Moskva er nú heimsins milliardinga-høvuðsstaður
74 dollar milliardingar búgva nú í Moskva, í mun til bara 71 í New York. Russland er nú nr 2 á listanum yvir lond við flestu milliardingum, har USA er nr 1. Les jp.dk
Russland og Kina vilja hava forboð móti vápnum í rúmdini
Í 1967 varð eitt forboð samtykt um ikki at hava hópoyðingarvápn í rúmdini, men nú vilja londini hava forboðið víðkað til onnur vápn eisini. USA hevur svarað at tey ikki halda at tað verður møguligt at fáa øll at yvirhalda hesa avtalu. Les newz.dk
Russiskir sjómenn bjargaðir eftir at hava verið saknaðir í 3 mánaðir
Livdu av hvat nú var eftir av mati á einum niðurlagdum militerbasa á Kamtjatka. Les eb.dk
Russar vilja byggja heimsins størsta bygning
Og nei, tað verður ikki ein risa betongklossur, men hinvegin ein futuristisk krystal til 30.000 moskovittar, teknað av arkitektinum Norman Foster. Les ing.dk
Russisk GPS skipan verður klár í 2009
Tey vilja við GLONASS verkætlanini umganga at verða avhengig av amerikansku GPS skipanini. Les newz.dk
Russiska mafian hatar eisini spamm
Úr upprunatíðindunum: Alexey Tolstokozhev (btw, in Russian his name means 'Thick Skin'), a Russian spammer, found murdered in his luxury house near Moscow. He has been shot several times with one bullet stuck in his head. According to authorities, this last head shot is a clear mark of russian hit men (known as "killers" in Russia). Les slashdot.org
Russisku skúlarnir skulu brúka Linux
Russar byrja eina royndarverkætlan í 2008, sum skal enda við at tey í 2009 leggja inn Linux á allar skúlateldur í Russlandi. Hetta fyri at gerast minni óheft at útlendskum ritbúnaða. Les newz.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 18 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 7 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani