Sálarfrøðingar á Princeton hava gjørt ein skala yvir hvørji sløg av andlitum sum tykjast mest álítandi. Men eg veit ikki, hasin 'mest álítandi' tykist heilt fjákutur. Sí boston.com
sálarfrøði
Fólk trívast betri við at verða dripin, enn at drepa, í telduspølum
Finskir granskarar kannaðu hvussu fólk stressaðu av at spæla telduspæl. Tað vísti seg at tey yvirhøvur stressaðu, men slappaðu tá ið tey doyðu. Hetta ljóðar nokk so øvut, men sum onkur skrivar her, so er tað kanska tí at stríðið at yvirliva tá endiliga lætnar. Les newz.dk
Hvat tín máti at sova sigur um teg
Sambært hesum so sova 41% í fosturstøðu, sum merkir hørð uttaná men bleyt innaní. Les flatseats.com
Fá sálarviðgerð á netinum
Ein avstalsk kanning vísir nú at tað kann vera líka nógv sálarhjálp at heinta á sálarviðgerandi síður, sum um man regluliga vitjaði ein sálarfrøðing. Les arstechnica.com
Japanarar sjokeraðir av París og fraklendingum
Vit her norðuri eru kanska fyrireikað uppá (ella sjálvi líka ógestablíð sum) fraklendingar. Men fyri teir kurteisligu japanararnar er veruleikin so sjokerandi ørvísi enn glansibílætið 'París', at einir 12 mugu í viðgerð hjá sálarfrøðingini árliga, harav ein triðingur fær tað betri, ein triðingur fær tilbakarfall, og ein triðingur líður av regulerum psykosum. Í Japan er kundin kongur, men í París eru tað bara taskutjóvarnir sum tíma at skeita teirra veg. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 1 dagur síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 8 tímar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
4 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 3 dagar síðani
5 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 4 dagar síðani