samlív

Finn tín perfekta partnara við DNA-analysu

"Dating" tænastur sum ScientificMatch og Sense2Love.com bjóða tær nú at finna perfekta partnaran til tín, við at matcha tíni DNA við tey hjá øðrum á tænastuni. Teoriin er, at vit fyritrekkja luktin og alt annað hjá partnarum sum hava ørvísi immunsystem enn vit sjálvi, til at fáa sterkari børn. Les gizmag.com

Vísindafólk kunnu nú staðfesta 'ektaðan kærleika'

Tey scanna heilan á nýforelskaðum og á pørum sum hava verið saman í 20 ár, og kunnu har út í frá síggja, hvørji av teimum ið eru nýforelskað, sum hava verið saman í 20 ár. Les timesonline.co.uk

3 av 5 hava eks-partnaran millum sínar kontaktir á FaceBook

So jú, Facebook er ein kontaktannonsa, enntá við afturvirkandi kraft ;-) Les ekstrabladet.dk

Menn við fleiri konum liva longri

Í meðal 12% longri, vísir kanning av monnum í 140 londum har polygami er vanligt, samanborið við 49 lond har monogami er vanligari. Les jp.dk

P-pillarar órógva hvønn mann kvinnur velja

Vanliga velja tær menn sum hava ílegur ið saman við teirra skapa best møguligu børn. Men granskarar á University of Newcastle siga nú í pressuskrivi, at tey hava uppdagað at kvinnur á p-pillarum heldur velja menn ið hava somu ílegur sum tær sjálvar (og tað er ikki optimalt). Les ing.dk

"Alt eg veit um kvinnur..."

"... lærdi eg frá eini tvey ára gamlari gentu". Skegur lesnaður :-) Les timesonline.co.uk

Flirt hjá kvinnum er (oftast) tíðarspilla

Flestu menn fanga ikki signalini allíkavæl. Les fpn.dk

GSM/GPS fótleinki skulu geva harðskapsdømdum frælsi at ferðast

Eitt nýtt slag av fótleinki skal geva tí harðskapsdømda møguleika at ferðast frítt umkring, so leingi sum hann (ella hon) ikki kemur nær at sínum offri. Fyrimunurin er at hann (ella hon) tá m.a. kann røkja sítt arbeiði betur. Les ing.dk

Møtti konuni á bordellinum

Ein polskur maður fór á bordell og uppdagaði at konan arbeiddi har. Søgan sigur einki um hann valdi hana. Les reuters.com

Samkynd hjúmarlag vóru loyvd í miðøldini

Í øllum førum í Frankaríki. Les msnbc.msn.com