scratch

Scratch er forritanarmál frá MIT til børn

Við Scratch kunnu børn og barnsligar sálir forrita smáar teknifilmar og annað meira interaktivt, við einføldum boðum sum t.d.

"when dinosaur is clicked
move 30 steps
say hello for 2 secs
play sound doy-doy-doy
wait until ()
stop script"

Til ber at leggja úrslitini upp á heimasíðuna scratch.mit.edu

Les makeuseof.com

Scratch skal læra børn at forrita

Mitchel Resnick á MIT hevur gjørt forritanarmálið Scratch serliga til børn, so at tey við eini grafiskari brúkaraflatu kunnu seta saman til dømis teknifilmar og videospøl bara við at seta saman byggiklossar. Ein onnur heimasíða kallað HacketyHack lærir børnini forritanarmálið Ruby, so at tey til dømis kunnu forrita sær eina blogg-heimasíðuskipan bara við at skriva 6 reglur av kotu. Les bbc.co.uk