Tað verður ofta sagt men sjáldan prógvað at menn hugsa um sex hvørt 10. sekund. Veruliga kanningar benda heldur á at einans umleið helvtin hugsar um sex hvønn dag. Menn hava faktiskt bara 1 út av 5 millónir kjans at fáa HIV við vanligari samlegu, meðan kjansurin hjá kvinnum er 1 út av 1000. Og so framvegis. Les psychologytoday.com
sex
Fór við øðrum í svøvni
Tað er eydnaðst serfrøðingum at lekja eina avstralska kvinnu, sum hevði ein serligan trupulleika við at ganga í svøvni. Nevniliga at hon í fleiri mánaðir í svøvni fór upp um náttina, og út at hava sex við fremmandar menn. Hon minntist einki til tað sjálv, tá ið hon var vakin, men hon og maðurin fingu illgruna um at okkurt var áfatt, m.a. tí at brúktar hýtir ofta lógu sløddar runt um í húsinum. Eina nátt fór maðurin so upp at leita, og fann hana í heitum ástarleiki við onkran ókendan. Sovandi. Les newscientist.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 8 tímar síðani
5 dagar 17 tímar síðani
2 vikur 2 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 5 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani