Langtíðar-kanning av 11247 avstraliarum bendir á, at tað at hyggja í sjónvarp kann vera líka vandamikið sum at royka ella vera ovurfeitur, so ógvusliga at éin tími frammanfyri sjónvarpið styttir títt lív við 22 minuttum, og at 6 tímar frammanfyri sjónvarpið um dagin styttir títt lív við tilsamans fimm árum. Sí the British Journal of Sports Medicine og newser.
sjónvarp
Sjónvarp líka vandamikið sum royking ?
Google TV er klárt
Google TV er nýggj tænasta frá Google, sum vónandi fer at knýta okkara stóru sjónvarpsanlegg saman við øllum tí góða (og ringa) sum er at finna á netinum. Við uppá projektið eru longu Intel, Sony og Logitech. Les her á mashable.com
Binding verjir móti demens. Sjónvarp ger ikki
Ein kanning av 200 70-89 ára gomlum fólkum bendir á, at binding og líknandi minkar um vandan fyri demens við umleið 40%. Og at fólk sum hyggja í sjónvarp minni enn 7 tímar um dagin eisini hava 50% minni kjans at fáa demens, enn 'hini'. Les eb.dk
Síggj filmarnar (lógliga) fyri einki á netinum
Danski kt-løgfrøðingurin Kasper Heine sigur at tað er heilt í lagi at hyggja at filmum fyri einki á netinum, so leingi sum teir verða 'streamaðir' beinleiðist heldur enn kopieraðir niður á telduna. Les computerworld.dk
Danskt flatsjónvarp kann fjarstýrast yvir internetið
Donsku Streambuster hava mennt eitt flatsjónvarp við innbygdum harðdiski, sum tú kanst fjarstýra yvir internetið. Til dømis til at taka uppá sendingar, ella síggja hvat børnini sita og hyggja at beint nú. Les ing.dk
Flatskerms-sjónvørp futta av í Noregi
Trupulleikin er at tey hava ein serligan hátt at 'jørða' streymin, sum sampakkar illa við sjónvørpini. Les ing.dk
Internetsjónvarp kann viðføra at prísurin fyri internetsamband fer upp
Kappingin millum evropeiskar internetveitarar er longu so hørð, at tey illa hava ráð til at ferðslan hjá hvørjum einstakum veksur, um ikki prísurin eisini fer upp. Støðan er kanska ikki heilt so ring í Føroyum, men tó. Les version2.dk
Stór og smá børn verða býtt av sjónvarpi
Ein amerikansk kanning staðfestir at heilin hevur trupult við at menna seg serliga hjá heilt smáum børnum, um tey síggja ov nógv sjónvarp. Men eisini tannáringar kunnu fáa torført við at gjøgnumføra eina hægri útbúgving, um tey hyggja meira enn 3 tímar um dagin í sjónvarp. Les jp.dk
Sjónvarpið er deyðadømt, sigur Gates
Í eini røðu fyri vinnuleiðarar á World Economic Forum herfyri, spáddi sjálvur Bill Gates at sjónvarpið er 'a lame duck' um fimm ár, og internetið tá staðið har vit hyggja. Les downloadsquad.com
Joost er endiliga sjónvarp á netinum
Mennirnir aftanfyri Skype og Kazaa hava nú lanserað eina online sjónvarpstænastu (tíverri enn bara fyri innbodnum), sum hesin ummælari forelskaði seg í beinanvegin: I installed it, I started it, and in 5 seconds I was watching television. I did it for an hour before I remembered that I’m actually supposed to review the thing. I guess there’s no greater praise, but for those who like details, I’ve included the details as well. Les franticindustries.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani