Gordon Rayner á Telegraph.co.uk heldur, at børn í dag burdu lært maskinskriving sum tvungið fak í fólkaskúlanum, á linju við lesing, skriving og rokning. Hetta sum fyrireiking til at brúka tað knappaborðið, sum flestøll allíkavæl skulu brúka restina av lívinum..
skúli
Tú lærir einki av lektium
Tað sigur nýggj phd-verkætlanin í Danmark. Um tú bara fær okkurt heimvið at lesa, so verður tað (hjá teimum flestu) uttanatslæra sum rýkur út aftur. Heldur eigur man at fáa heimaarbeiðið at vera kreativt, so at t.d. frítíðarítrív verða flættað uppí skúlaarbeiðið. Les videnskab.dk
Farteldur eru ikki garanti fyri góða undirvísing
Amerikanar hava eisini roynt hetta við at geva næmingum eina farteldu tá ið tey byrja, í vón um at styrkja um undirvísingina. Fleiri skúlar gevast nú við hesum, tí tað vísir seg ikki at vera til nakra nyttu. Les techdirt.com
Amerikanskir skúlar banna heimaarbeiði
Nakrir skúlar í San Fransisco økinum í USA banna nú heimaarbeiði, av tí at stressar næmingarnar óneyðuga nógv og leggur upp til snýt. Tað er tó í lagi at lesa uppá, gera serligar verkætlanaruppgávur og 'heinta inn aftur', ífall man av einhvørjari orsøk er komin afturúr. Les cbs2chicago.com
Børn gera kistu til doyggjandi lærara
Ein hálendsk lærarinna hevur bara nakrar fáar vikur eftir, og hevur tí fingið skúlanæmingarnar hjá sær at smíða sær eina kistu. Les metro.co.uk
Skúlagenta í Lyon steinað fyri at eta snack undir Ramadan
Ein tannáringur í Lyon í Suðurfrankaríki varð nú 4. oktober sambært lokalu avísini Le Progres steinað av floksfelagum, tí at hon át okkurt góðgæti undir Ramadan. Les westernresistance.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani