Skurðlæknar kunnu nú skera tættari at kritiskum økjum í heilanum, við minni vanda fyri at koma til at órógva talu og sansir hjá sjúklingunum, við at vakja tey úr narkosuni, eftir at hol er komið á sjálvan skøltin. Sjálvur heilin følir einki, og læknarnir kunnu tí regluliga testa sjúklingin, við at biðja hann telja aftureftir frá 10, og líknandi, meðan teir pota runt í heilanum. Les physorg.com
skurðviðgerð
Nú kunnu tey taka blindtarmin gjøgnum munnin
Fyrimunurin er at arrið ikki sæst, og at vandin fyri betendilsi minkar tí at sárið ikki er í kontakt við luft. Les timesonline.co.uk
Danir skurðviðgera dukandi hjørtu
Læknar á Århus Universitetshospital hava sum teir fyrstu sett inn eftirgjørdar hjartaklappar í hjartasjúklingar uttan fyrst at steðga hjartað. Hetta merkir at veikari sjúklingar kunnu viðgerðast, enn við vanligu skurðviðgerðini. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani