Ingeniører rósar her telefonini DUALphone 3088, sum ger tað gjørligt at brúka Skype beinleiðis, uttan at krevja teldu sum millumlið. Les ing.dk
skype
Skype álopið av virus
Ein telduvirus ferðast í løtuni gjøgnum Skype kring allan heim. Eitt 'fix' finst, men óndar tungur vilja vera við at hon kemur frá somu fólkum sum gjørdu virusina, m.a. tí at fix'ið eftir øllum at døma kom áðrenn virus. Les version2.dk
Skype bjóðar ókeypis tráðleyst internet í Stockholm
Skype og Aftonbladet seta nú í verk 100 sokallað 'hotspot' á caféum og matstovum í Stockholm, har fólk við tráðleysum sambandi kunnu koma á internetið fyri einki. Um áhugin er nóg stórur, so umhugsa tey at víðka til Gøteborg og Malmø eisini. Les ing.dk
Skype lesur BIOS og seriunummar hjá telduni
Hesin fór at kanna eina fílu kallað 1.com, sum gevur feilboð um man nýtir Skype á Windows 64. Tað vísir seg at kotan har heintar inn BIOS upplýsingar, sum t.d. seriunummarið á botnkortinum. Hví veit hann ikki; men sum tey siga í viðmerkingunum, so kann tað hava okkurt at gera við at Skype klientar kunnu virka sum servarar hjá øðrum klientum (um tú hevur Skype frá, so kunnu onnur hava samband frá og til Skype gjøgnum tína teldu og internetkonto). Les pagetable.com
Fá ein lygna-detektor til títt Skype
Um tú lítur meira á tøkni enn tíni medmenniskju, so kanst tú á http://www.kishkish.com/ taka niður eitt add-on til Skype, sum greinar røddina hjá tí tú tosar við... til at staðfesta um tey lúgva. Les newz.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani