Ein eyka kassi kallaður PlayTV kemur á marknaðin í Danmark tann 10. september, sum fer at gera tað gjørligt at taka sjónvarp upp á Playstation 3, enntá meðan man spælir spøl. Og tað fer at bera til at taka filmarnar við sær á PSP eisini. Les ekstrabladet.dk
sony
Sony Bravia E4000 flatskermurin sær út sum ein skiftiramma
Ógvuliga flott, við mynd. Les engadget.com
Kríggið liðugt millum HD DVD og Blu-ray: Blu-ray vann
Toshiba fráboðar nú at tey fara at uppgeva HD DVD formatið. Harvið er kríggið fyri so vítt liðugt, við tað at Toshiba er høvuðsdrívmegin aftanfyri HD DVD. Les newz.dk
Nú luttaka 1 millión PS3 spæliteldur í Folding@home
Og síðani hvør Playstation 3 spælitelda roknar sum 10 vanligar teldur, so merkir tað er spæliteldurnar nú luttaka við 74% av samlaðu (heimsmetstóru) rokniorkuni hjá Folding@home, at finna lekidóm móti krabbamein, Alzheimer's og Parkinson's. Les wired.com
Sony kann nú framleiða Playstation 3 fyri hálvan prís
Har tað fyrr kostaði teimum $800 at gera eina Playstation 3 spælimaskinu, kostar tað nú bara $400. Les engadget.com
Bíligari Playstation 3 á veg
Mikudagin fara danir at kunna keypa eina Playstation 3 fyri umleið 3400 krónur. Nýggja útgávan hevur tó bara 40GB harðdisk í mun til vanligu 60GB, og hartil kann hon nú slettis ikki spæla Playstation 2 spøl longur. Les eb.dk
Sony Walkman kann koyra uppá sukur
Sony vísir her hvussu tey kunnu fáa ein Walkman at koyra við at fylla sukurvatn á nakrar 'brendsilscellur'. Les version2.dk
Sony PSP fær online videotænastu
Brúkarar fara at kunna taka niður filmar gjøgnum tráðleysa sambandið hjá PSP, ella við at flyta frá teldu. Les engadget.com
Nú fær PSP GPS
Sony fer at geva út eina nýggja útgávu av lummaspælitelduni Sony PSP í heyst, við GPS og kort yvir Evropa. Tey lova at prísurin verður 'moderatur'. Les version2.dk
PS3 kann koyra bil eisini
Tøknitíðindi í yvirmát um alt tað herliga sum man kann gera við einum Playstation 3 við Linux (les: við eini teldu) Les ps3fanboy.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani