stamkyknur

Gamlir vøddar kunnu yngjast

Danskir og amerikanskir granskarar hava uppdagað ein máta at gera vøddar ungar aftur, sum upp á sikt kann bjarga lívinum hjá gomlum fólki. Tey spræna serum úr vøddum hjá ungum fólki í vøddar hjá eldri, sum so fær stamkyknurnar hjá teimum gomlu at halda, at tær aftur eru í ungum vøddum... og tí byrja at byggja vøddan upp aftur. Les fpn.dk

Mánasjúkublóð er løtt og bílig kelda til stamkyknur

Hurra, tað vísir seg at stamkyknur við 'regenerativum' eginleikum verða skapaðar og stoyttar úr við mánasjúkublóðinum, sum vit síðani kunnu brúka til at vaksa fingrar og annað gott út við aftur. Les ing.dk

Stamkyknur endurskapa bróst í krabbameinssjúklingum

Royndir í Japan vísa at man kann endurskapa bróstini í teimum sum hava fingið part av bróstinum skorið burtur vegna krabbamein, við at spræna feitt og stamkyknur inn í rúmið har tað burturskorna var. Les ing.dk

Stamkyknur, ein ungdómskelda til ítróttarfólk

Stamkyknur hava eitt so mikið stórt (men enn teoretiskt) potentiali at kunna t.d. endurgera eitt liðband ella betra um vøddastyrkjuna, at ítróttarfólk longu nú goyma kyknur frá nýføddum børnum sínum, til at kunna leingja um sína egnu karrieru. Les nytimes.com