stress

Smáuppgávurnar stressa mest

Tað halda starvsfólk hjá danska Cowi í øllum førum. Um tú arbeiðir við 'vitanar-arbeiði', so eru tað tey smáu avbrotini sum stressa. Les ing.dk

Stress kann oyðileggja heilan

Hetta vísa royndir við rottum, og granskarar halda at sama ger seg galdandi fyri menniskju. Í serligum vandabólki eru hermenn og karrierufólk sum 'arbeiða ígjøgnum'. Les fpn.dk

Stress skaðar barnið í búkinum

Um mamman er stressað tá ið hon gongur við barninum, so fær barnið økt virði av cortisol, sum kann minka um IQ og økja um angist og vandan fyri ADHD (DAMP). Serliga um stressið er vegna sálarligan ella likamligan harðskap frá manninum. Les news.bbc.co.uk

Stress tykist ikki at geva krabbamein

Krabbameinssjúklingar lasta ofta seg sjálvan fyri at hava havt eitt ov hektiskt lív, sum so kanska gav teimum sjúkuna. Men ein donsk kanning staðfestir at stress ikki økir um vandan fyri krabbamein. Les jp.dk

Teldufrøðingar hava heimsins mest stressandi arbeiði

Hendan amerikanska meiningakanningin vísti, at 97% av øllum teldufrøðingum halda arbeiðið hjá sær vera stressandi hvønn dag, og 25% av teimum hava tikið frí vegna stress. Tey fimm mest stressandi arbeiðini eru annars teldufrøði, heilsurøkt, verkfrøði, søla og útbúgving, meðan orsøkirnar eru arbeiðstrýst, at føla seg vera undirmettan, evstamørk, arbeiði sum man følir seg noyddan at gera, og at vera noyddur at gera arbeiði fyri onnur. Les wytv.com