Suðurafrikanski Oscar Pistorius hevur í dag fingið avslag uppá sína umsókn um at sleppa at luttaka sum rennari á komandi Olympisku Leikum. Orsøkin er at hansara (íslendsku) beinprotesur geva ov stóran fyrimun. Les eb.dk
suðurafrika
3200 fangaðir í gullnámi
Brek á elevatorinum viðførdi at 3200 námsarbeiðarar ikki sluppu upp úr náminum aftur mikudagin. Men tað gongur nokk, minst 1350 eru nú fingnir upp aftur við øðrum elevatori. Les eb.dk
Heimsins størsti diamantur funnin
Hesin er dupult so stórur sum gamli methavarin, The Cullinan, sum annars vigaði 3106 karat (ca 620 gram) tá ið hann varð funnin í 1905. Les eb.dk
Eru protesur at rokna sum ólóglig hjálp í renning ?
Suðurafrikanski Oscar Pistorius rann fyri tveimum árum síðani 200 metrar á 21.34, sum er sama tíð sum heimsmetið hjá kvinnum, og trýkvart sekund frá OL-kravtíðini tá. 'Trupulleikin' er bara, at beinini vórðu skorðin av undir knænum tá ið hann var eitt ára gamalur, og hann tí rennur við nøkrum heilt serliga góðum 'Cheetah' protesum frá fyritøkuni Ossur (Øssur?) í Íslandi. Les wired.com
Shuttleworth ynskir enn at Ubuntu skal vera ókeypis
Suðurafrikanski milliarderurin (og rúmdar-turisturin) bloggar her sjálvur um hvussu hann ynskir at stýriskipanin Ubuntu (Linux) skal halda áfram at vera ókeypis, í mun til at t.d. Red Hat og Novell krevja pengar fyri sínar sertifiseraðu útgávur. Les markshuttleworth.com
Hávar lokkast til at leggja á menniskju
Í Suðurafrika gjalda fólk umleið 1400 krónur fyri at sleppa at kava har hávar eru. Og fyri at pengarnir ikki skulu vera spiltir, so lokka fyrireikararnir hávarnar til við agni og blóði. Og harvið byrja hávarnir at binda saman menniskju við blóð, eisini aðrastaðni. Tada. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani