súkkling

Hjálmurin stinkar um hann fær skaða

Granskarar á Fraunhofer í Týsklandi hava funnið uppá ein heldur ørvísi máta at tryggja sær at fólk ikki halda áfram at brúka súkkluhjálmar sum hava fingið skaða. Nevniliga við at innkapsla stink í skúmið, so at hjálmurin er ótolandi tá ið hann ikki meira er tryggur. Les fraunhofer.de

Stinking helmet

[Image © Fraunhofer IWM]

Formel 1 stjørnan Mark Webber illa skaddur, á súkklu

Ironiskt, at liva av at koyra so vilt og skjótt í bili, og so verða smildraður sundur á súkklu. 'Fleiri brot á armar og bein, men ikki í lívsvanda'. Les eb.dk

Contador útilokaður frá Tour de France 2008

Hann vann annars Tourin í fjør, tá ið fyrst danski Michael Rasmussen varð blakaður út. Men nú útiloka fyrireikararnir av Tourinum eisini Contador saman við týska Klöden og øllum Astana liðnum, vegna nógvu dopingsakirnar hjá liðnum. Les eb.dk

MIT lið fingu superteldu at koyra við súkklukraft

Upp á teir 20 minuttirnar sum tey kláraðu at halda telduna í gongd, roknaði hon umleið so nógv roknistykki sum yvirhøvur hava verið roknað í heimssøguni upp til ár 1960. Les carectomy.com

Bo Hamburger var eisini dopaður

Ikki at man undrast longur. Les jp.dk

Fjórði hvør Tour de France súkklari var dopaður í ár, sigur serfrøðingur

Stjórin við WADA-góðkendu rannsóknarstovuni í Lausanne sigur at royndir av 47 av 189 súkklarunum í ár prógva at viðkomandi høvdu brúkt annaðhvørt blóðdoping ella epo, uttan at tey tó kunnu kalla royndirnar fyri doping-positivar. Les jp.dk

L'Equipe: Michael Rasmussen brúkti EPO á Tourinum

Rannsóknarstovan Châtenay-Malabry fann Dynepo í blóðroyndunum hjá Michael Rasmussen, sum tó er eitt so nýtt evni at tað ikki stendur á dopinglistanum, og súkklarin tí ikki kann takast fyri tað. Les jp.dk

WADA boykottar HM í súkkling

Altjóða samtakið móti doping ætlar sær nú slettis ikki at møta til HM í Frankfurt í september, av tí at tey halda at UCI (altjóða súkklusambandið) ger ov lítið í stríðnum móti doping. Les jp.dk

Michael Rasmussen leyg um Mexico

Hann vil enn ikki viðganga at hann møtti hasum journalistinum í Italia, men viðgongur hinvegin (nú) at hann var í Pyrenæunum í tíðarskeiðinum tá ið hann annars yvirfyri dopingmyndugleikunum segði seg vera í Mexico. Les eb.dk

Kashechkin tikin fyri blóðdoping

Enn ein Astana riddari er tikin fyri blóðdoping. Sum landsmaðurin Vinokourov er Kashechkin fangaður fyri at tikið blóðdoping, men hesuferð uttanfyri kapping. Les eb.dk