sukursjúka

Venjing heldur enn insulin ?

Ein bólkur av granskarum á Københavns Universitet er í ferð við at kanna, hvussu lítil venjing ein skal gera til at mótvirka typu 2 diabetes, við støði teimum ráðum sum hesir sjúklingar fáa frá sínum læknum, at eta sunt og venja meira. Tí hava tey sett 20 mans í aldrinum 40 til 60 ár at venja stutt men hart í nakrar vikur, hvørja ferð 10 x 1 minutt skjótt á kondisúkklu.

"Vi skal forsøge at finde ud af, hvor lidt træning man kan slippe af sted med. Nogle patienter har nemt ved at komme i gang med at dyrke motion, men der er stadig mange, som er svære at nå. Den gruppe kan måske lokkes i gang, hvis de kan nøjes med at træne 10 minutter og stadig få en stor effekt"

Hugga Spins

Les fpn.dk, Image courtesy of Hugger Industries, cc by-nc-sa 2.0

Superkakao frá Mars styrkir um blóðrenslið hjá sukursjúkum

Ja so hava vit hoyrt tað við. Týskir og amerikanskir granskarar hava við stuðli frá sjokolátaframleiðaranum Mars mennt eitt nýtt slag av kakao, sum er heilsubót hjá diabetikarum. Les ing.dk

Novartis brúkar open source til at finna lekidóm móti sukursjúku

Sveisiski heilivágsrisin Novartis hevur samanborið gen hjá 1500 sukursjúkum við 1500 sum ikki høvdu sukursjúku, men innsá at tað fór at taka 'alla verðina' at finna tað ella tey gen sum vóru atvold til sjúkuna. Og tí hava tey lagt út alt tilfarið sum open source, til at fáa aðrar fyritøkur at leita eisini. Les forbes.com

Kaffi er gott ímótir øllum

Ein amerikansk kanning vísir, at kaffi er gott ímóti 2-diabetis. Serliga um man drekkur nógv. Orsøkin er kanska tí kaffi hevur eina rúgvu av 'antioxidantum'. Les nordlysid.fo

Gjøgnumbrot innan sukursjúku-viðgerð

Granskarar í Toronto siga seg hava prógv fyri at brek í nervaskipanini er ein av triggarunum til sukursjúku. Tey sprændu eitt evni til at mótvirka hesum breki inn í búkspýtskertilin á sukursjúkum mýsum, og trúðu ikki sínum egnu eygum tá ið mýsnar vórðu lektar meira ella minni upp á eina nátt. Nú skal hetta so gjøgnum drúgvar testir eisini við fólki, áðrenn tað kann koma á marknaðin. Les canada.com

Stress og happing kann geva sukursjúku

Ein kanning hjá Karolinska í Stockholm bendir á at vandin er tvær til fimm ferðir so stórur fyri at fáa sukursjúku, um man hevur ilt í sálini vegna stress, depressión, happing o.t. Vandin er líka so stórur sum um man ikki rørir seg, og næstan líka stórur sum um man vigar ov nógv. Les jp.dk

Kontaktlinsurnar máta blóðsukrið

Granskarar á University of Maryland hava mennt hesar kontaktlinsurnar sum máta blóðsukurið í tárum (t.e. umleið 10% av tí í blóði), og so vísa við einum prikki á sjálvari linsuni um blóðsukurið er í lagi ella ikki. Les engadget.com

Svøvnmangul kann føra til fiti og sukursjúku

Gransking í Bretlandi og Danmark bendir á at ov lítil svøvnur førir til yvirvekt. Lin fólk hava lítlan hug at gera ítrótt, og vita verri um tey eru svang ella ei. Granskararnir hava hartil ein varhuga av at svøvnmangul kann føra til sukursjúku, við tað at sukursjúk fólk yvirhøvur sova verri enn onnur. Les jp.dk