Í Fraklandi hava fyritøkur, skúlar, heilsumyndugleikar og onnur nú sett forboð fyri vanliga franska háttinum at heilsast, við at mussa hvønn annan á vangan, og heilsumálaráðið mælir eisini fólki til helst ikki at taka í hondina á hvørjum øðrum. Í Svøríki hevur landsliðið í fótbólti fingið líknandi boð um ikki at taka í hondina á mótstøðuliðnum, til at sleppa undan svínakrími.
svínakrím
Sviar drepa svínakrím við sterkum altarvíni
Fleiri svenskar kirkjur skifta nú til sterkari altarvín, í vón um at tað kann minka um vandan fyri at fólk verða smittað við svínakrími í kirkjuni. Tey hava opinbart ikki hoyrt um at man kann geva fólki hvør sítt bikar. Les thelocal.se
Svínakrím rakar serliga tey feitu meint
Læknar síggja eftirhondini ein afturvendandi karakteristikk av teimum sum fáa veruligari trupulleikar av svínakrími... at tey flestøll eru ovurfeit. Í Skotlandi eru til dømis 3 av 4 feit, sum enda á intensivu deildini vegna svínakrím. Les bloomberg.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani