Hökerum Bygg hevur í sjey mánaðir ikki fingið selt nakrar 100 kvadratmeturs íbúðir fyri 1,7 milliónir (svenskar) krónur, og bjóðar tí fólki at sleppa at búgva har fyri einki í 4 ár, afturfyri at keypa íbúðina. Sparingin er umleið 340.000 svenskar krónur. Aðra staðni fáa fólk ókeypis innbúgv ella ein bil, afturfyri at keypa íbúð. Les epn.dk
svøríki
Svensk granat er ársins uppfinning
Sambært amerikanska herinum. GPS tøkni ger at teir skulu bara skjóta hana nøkulunda ímóti málinum, so stýrir hon sjálv fram til ætlaða staðið. Og harvið røkkur hon dupult so langt sum vanligar granatir, umframt at hon rakar beinari. Snilt snilt, sviar. Les epn.dk
Svøríki fer at avlurta samrøður og dátaferðslu til Russlands
Ein heilt stórur partur av samskiftinum millum Russland og heimin fer gjøgnum Svøríki, og sviar fara tí nú at brúka sína nýggju "Big Brother" lóg til at avlurta samskiftið, til egna nýtslu og til at býta við onnur lond. Les jp.dk
Sviar prenta telduskíggjar á pappír
Svenskir granskarar hava mennt ein máta at prenta telduskíggja á pappír. ing.dk
Ikki lætt at loyva viðmerkingum á svenskum heimasíðum
Carl Bildt er komin í neyð av at onkur hevur viðmerkt ljótt á hansara bloggi, og Aftonbladet hevur eisini fingið straff. Les slashdot.org
Bakteriur spinna blóðæðrar
Svenskir granskarar koyra bakteriur, sukur og sýru í eina fløsku, og kunnu so eina viku seinnu hála upp eina blóðæðr úr cellulosu, klár at operera inn í kroppin. Enn er hetta tó bara roynt í grísum, og stóri spurningurin er um cellulosan við tíðini verður niðurbrotin í kroppinum, soleiðis at hol kemur á æðrina. Les ing.dk
Flogvøllurin í Kiruna verður møguliga ein 'Space Port'
Virgin Galactic og svenska Kiruna Airport hava gjørt eina avtalu um at kanna møguleikarnar fyri at nýta flogvøllin har til at gera rúmdarferður út at síggja norðlýsi. Men nú skulu tey líka fyrst kanna um tað yvirhøvur er trygt at flúgva upp í norðlýsið. Les cbc.ca
Nýtt slag av beton ger vegirnar friðarligari
Nýggi E4 vegurin við Uppsala í Svøríki er gjørdur við slag av beton sum ger vegin 2-3 desibel friðarliga, ella tað sama sum um vegurin varð lagdur 70% longri burturi. Hartil heldur beton væl longri enn asfalt. Les ing.dk
Oyrasundsbrúgvin er skjótt ov smøl
Tað búgva so nógvir danir í Malmø og so nógvir sviar í Keypmannahavn, at Oyrasundsbrúgvin er við at gerast ov lítil. Og tí verður kanska neyðugt at víðka um brúnna, ella gera okkurt samband afturat millum økini. Les eb.dk
Svøríki fer at grava eftir uran
Sviar hava yvirhøvur verið sterkt ímóti at grava eftir uran seinastu 30 árini, men nú er borgarliga stjórin fyri projektinum. Prísurin á uran er vaksin nógv seinastu árini (í 2005 trífaldaðist hann t.d.), og er nú yvir 1.100 kr fyri hvørt kilo av uranoxid. Har er væntandi so nógv uran í svensku undirgrundini, at tey kalla Svøríki fyri 'uranets Saudiarabien' Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 10 tímar síðani
5 dagar 19 tímar síðani
2 vikur 4 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 7 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani