svøvnur

Tey sum sova nógv doyggja líka so tíðliga sum tey ið sova lítið

Kanning av 1 millón amerikanarum staðfestir at tey sum sova millum 6.5 og 7.5 tímar hvørja nátt liva longst, og at fólk sum sova longri doyggja líka so tíðliga sum tey ið sova lítið. Tey vita tó ikki enn um tað er tí at nógv ella lítil svøvnur er skaðiligur... ella um teir óvanligu svøvnvanarnir bara eru ein ábending um at lívið verður styttri. Les time.com

Fá $5000 um mánaðin frá Nasa fyri at liggja í seingini

Trupulleikin er bara at tú skalt liggja har allatíð í 90 dagar, so at tey fáa kanna okkurt í sambandi við hvussu vektloysi ávirkar mannakroppin. Les wired.com

Soleiðis 'sync'ar tú tína innaru klokku

Sovorðið sum at vakna somu tíð hvønn dag, og bara fara í song tá ið tú vilt sova. Les rd.com

Fartelefoni um kvøldið órógvar svøvnin

So siga granskarar á Karolinska í Svøríki. Fólk sum vórðu útsett fyri fartelefon-strálur áðrenn tey løgdu seg, svóvu verri enn tey sum fingu 'falskar' strálur. Les newz.dk

Nasaspray móti troyttleika á veg

Royndir við apum vísti at apur sum høvdu fingið nasaspray við hormoninum orexin, kundu arbeiða næstan líka væl sum apur ið høvdu fingið sín náttarsvøvn. Les fpn.dk

Hvat hendir um tú svevur ov lítið ?

Eitt yvirlit yvir hvussu kroppurin hjá tær ávirkast av at sova regluliga 4, 5 ella 6 tímar um náttina, og hvat sum hendir tá ið tú ert eyka leingi uppi. fpn.dk

Fá betri blundir við hvítum larmi

Áhugaverd grein um 'power napping', við leinki til hóskandi MP3-ljóðfílum í ymiskum longdum, sum fáa teg at sova betri, og vakja teg tá ið tíðin er lokin. Les lifehack.org

Hvat tín máti at sova sigur um teg

Sambært hesum so sova 41% í fosturstøðu, sum merkir hørð uttaná men bleyt innaní. Les flatseats.com

Sov til at fyribyrja hjartatrupulleikum, maður

Tríggir døgverðaslangir um vikuna minkar um vandan fyri hjartasteðgi við tveimum triðingum, vísir ein griksk kanning. Tó bara hjá monnum í besta aldri, meðan pensionistar bara minka eitt sindur um vandan, og kvinnur slettis ikki. Les ing.dk

Er tað vandamikið at vakja ein sum gongur í svøvni ?

Ikki fyri tann sum gongur, nei, men kanska fyri teg sum vekjur hann (við tað at hann kann verða kløkkur og sláa runt um seg). Men bestu ráðini eru tó bara at leiða svøvngangaran aftur í seingina. Les theregister.co.uk