Vísindafólk á IBM hava nýliga kunngjørt at tey hava framt eitt gjøgnumbrot innan kvantuteld, sum kann loyva verkfrøðingum at byrja arbeiðið at gera eina veruliga prototypu í nærmastu fortíð. Kvantuteld er tað at fara frá bara 0 og 1 í teld, til at kunnu hava virði eisini ímillum hesi bæði virði.
teld
NASA á veg við einum telduspæli kallað "Moonbase Alpha"
NASA vil eftir øllum at døma prógva, at tey kunnu gera kul telduspøl sum inspirera børn. Hetta "Moonbase Alpha fer at taka umleið 20 minuttir at spæla, og fer at handla um astronautar á mánanum, sum koma í neyð tá ið kritisku skipanirnar svíkja. Les popsci.com
Heimasíður kunnu stjala SMS og myndir av tínari iPhone
Trygdarserfrøðinganir Vincenzo Iozzo og Ralf-Philipp Weinmann megnaðu á PWN2OWN kappingini í Kanada herfyri at hacka eina 'non-jailbroken' Apple iPhone 3GS, við at misnýta ein feil í kaganum Safari, so at teir kundu stjala SMS boð av henni, íroknað strikaði SMS. Tað tók einans 20 sekund, og kravdi einki annað enn at telefonin vitjaði eina ávísa heimasíðu, sum teir høvdu sett upp til tað sama. Teir siga at teir tað sama høvdu kunna tikið telefonbókina eisnii, umframt myndir, teldupost og iTunes tónleik. Les zdnet.com
Ikki bara hála geyman ella harðdiskin úr stikkinum
Um privatpersónar missa dáta av geyma ella harðdiski, so skyldast tað í 20% av førunum, at tey hava bara hálað geyman ella harðdiskin úr USB-stikkinum, uttan fyrst at 'avmontera' í stýriskipanini. Dátaini eru tá oftast ikki vekk, men 'bara' ikki skrásett at liggja í goymsluni. Og loysnin er tá at brúka serlig amboð til at finna tey aftur, áðrenn nakað sum helst verður goymt afturat á lutinum. Les version2.dk
Teldur verða óviðkomandi um 3 ár, sigur Google
Varaforsetin hjá Google Global Ad Operations segði á ráðstevnu í Írlandi herfyri, at vanligar teldur verða óviðkomandi innan 3 ár, tá ið tað kemur til leiting á netinum. "In three yers time, desktops will be irrelevant. In Japan, most research is done today on smart phones, not PCs". Ovasti stjórin Eric Schmidt segði á líknandi hátt fyri einum mánaða síðani, at Google nú hevur fokus á leiting á fartelefonum, ikki teldum. Les news.yahoo.com
Nintendo DS skal umvenda bretskar brotsmenn
Embætisfólk hjá skotsku stjórnini skjóta upp at geva skotskum fangum hvør sína Nintendo DS lummaspæliteldu við spælinum "Brain Training", til at gera teir klókari, og harvið fáa teir burtur frá kriminaliteti. Onnur halda tó at tað ger hvørki til ella frá, at spæla hetta spælið. Les eb.dk
Ubuntu 9.04 er lekkur sum OS X og skjót sum Windows 7
Nýggjasta útgáva av (ókeypis) stýriskipanini (Linux) Ubuntu 9.04 er so góð, at hesin ummælari á ZDNet nú fyritrekkir hana framum Windows 7 og OS X (har Vista og XP langt síðani eru blakað til viks). Les version2.dk
Tað er harðdiskurin sum er fløskuhálsurin
Nakrir tøkningar hjá Samsung vísa her hvussu stórur fløskuhálsur harðdiskurin er í einari teldu, við at kopla 24 SSD 'geymadiskar' í RAID til eina teldu, og so vísa hvussu hon tá til dømis kann lata ØLL forrit í Microsoft Office upp uppá 0.5 sekund. Les gizmodo.com
15 ókeypis forrit til at fáa ferð á gomlu telduna
Her viðmæld av ComputerWorld, at nýta á Windows XP teldum, og tí vælsagtans rímiliga trygg av royna. Les computerworld.com
So er beta-útgávan av QuakeLive (næstan) klár
Frá í morgin verður møguligt hjá øllum (við rímiliga teldu vælsagtans) at spæla betaútgávuna av QuakeLive, uttan at skula installera ella nakað. Tað koyrir bara í kaganum :-)
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 19 tímar síðani
2 vikur 5 dagar síðani
9 vikur 8 tímar síðani
9 vikur 3 dagar síðani
10 vikur 1 dagur síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani